BJØRG list og PINKUDREYMAWELT í Ribarhúsi

Deil

Í kvøld mánakvøldið 26. apríl kl. 20 letur framsýningin hjá ungu kreativu kvinnunum – Bjørg í Djónastovu og Theresa K. Jacobsen upp.

Benjamin Djurhuus og Maria á Lakjuni  syngja og spæla, tá ið sýningin letur upp.

Øll eru vælkomin.

Framsýningin hongur uppi til hósdagin 6. mai.

Soleiðis sigur Bjørg “ Vit mugu minnast til, at læra at stýra okkara ríka og villa hugflogið, men sanniliga eisini at virða tað, og brúka tað konstruktivt.

Øll list hevur sína føgru gongd í sinni, skinni og sál.

Tað eru litir og skap, ið alt snýr seg um.

Ja, sanniliga nørir hetta um tey skapandi evnini, ið vit hava. Her eru andlitsbrøgd, blómur, okkurgul randvovin skap í hvítum linjum. Andaligar myndir, ið koma undan

skriftstøðum í Bíbluni, sum leggja lunnar undir eina unga listakvinnu, sum fer at nøra um sítt skapandi tilvit og hugflog

Bjørg arbeiðir við fleiri ymiskum teknikkum: Akryl, vatnmáling, tógv og pennar, og dámar henni væl úttrykki myndin fær, tá hesir teknikkir verða blandaðir saman.

Við á hesari framsýning verður eisini týska listakvinnan Theresa K. Jacobsen sum býr í Havnini. Hon málar  t.d. á sprek á ymsan hátt, so sprekið fær eitt nýtt lív. Varðar og børkubøndur eru mest sum  altíð partur av hennara verkætlanum. Eisini hevur hon nakrar akrýl málningar og monoprent við á framsýningini í Ribarhúsi.

Facebook: BJØRG list.
Instagram: @bjorg_list

www.pinkudreymawelt.com

Les onnur tíðindi