16.07.2021 – Drotningavitjan – Pútuframsýning – Drotningalig listaframsýning – Kongabíbliur – Sumardáamuffins –

Deil

Fantastiskt – hetta høvdu vit ongantíð í verðini rokna við – Men Drotningin var eisini inni her… í okkara Piddasahandli – Hon varð móttikin uttanfyri tá hon saman við borgarstjóra og fylgi kom í túni – Hon var bjóða “Vælkomin” og  segði: “ Tak og vil de gå foran og vise vej?” so varð hon við fylgi “geida”inn gjøgnum tað reyðu hurðina við blómukransinum,  um trin og forðingar, til hon setti seg í stólin sum stóð mitt á gólvinum – við síðuna av borðinum  har Sigrun  sum virkaði hosubond og Rutt sum broderaði til føroysk klæði sótu. – Í Piddasahandli sótu eisini tær tríggjar við  stokkum – Malena bant hosur , Unn bant bundnaturriklæði og Marilyn bant mynstruta skúlatroyggju.

Drotning Margretha  sá púturnar og hvat onkrar av konunum sótu og gjørdu, hon fekk eisini nøkur orð – * eina lítla talu meðan hon sat har á stólinum og fekk síðani handaða eina lítla serliga bók ella hefti – eina heilsan við orðum og myndum  úr húsinum her – hon tók ímóti við einum smíli  og – “Det var da en god idé”

Hon bleiv uppfordrað til at fara runt og hyggja eftir pútum og at tosa við handarbeiðandi  konurnar, og fekk  eisini eina áhugaverda søgu at hoyra frá einum av pútumakarunum.

Skjótt fór hon víðari gjøgnum lágu hurðina inn í Ribarhús, har ein rúgva av fotografum og journalistum stóðu og kliktu – á eini myndini sæst hon koma gjøgnum hurðina – har sær man so hvar hon kom frá –

Heðin Kambsdal – listamaður og Jastrid á Dalbø umboð fyri Ribarhús tóku ímóti henni og fylgi – og fóru ein rundtúr at hyggja eftir málningunum og at práta eitt sindur um teir –

Síðani heilsaði hon uppá  Petur Martin Petersen sum kundi fortelja og vísa henni á nógv ymist áhugavert viðvíkjandi donsku Kongabíbliunum  sum vóru sýndar fram her í samband við vitjanina.

Og so fór Drotning Margretha víðari til næstu vitjan

Niðanfyri her leggja vit nú orðini sum vóru søgd  og eina rúgvu av myndum frá áðrenn, meðan og eftir at hon var her.

* Deres Majestæt – 

Det er mig en stor ære, på vegne af bestyrelsen og alle os der elsker huset her – at byde Dem hjertelig velkommen.

Bygningen har en lang historie  –  og vi kunne stå her hele dagen og fortalt –  i stedet er der –  i forbindelse med Majestætens besøg, lavet et lille hæfte i billeder og ord.

Da vi tidligt i foråret fik høre, at Dronningen – under besøget på Færøerne i sommer – havde til hensigt at komme til Fuglafjørð og at besøge vores hus, satte det rigtig gang i vore tanker. – Og forventningerne til besøget har virkelig haft op-muntrende og inspirerende betydning i en ellers så kompleks og tvivlsom coronatid.

Deres Majestæt – Den gamle købmandsbutik – som  til dagligt sælger hjemmeproducerede varer – er  i dagens anledning  “gearet” til et “levende værksted” samt denne pudeudstilling, hvor inspirationen ella “hugskotið” kommer fra Dronningen selv. –  Ideen er selfølgelig tvistet til færøske vilkår og kreative færøske sjæle –

Puderne viser, hvad disse „færøske sjæle“ har på hjerte og er kreeret med største omhu og med materialer og farver de elsker at arbejde med, – hvor de med forskellige udtryk – inden broderi, vævning, strik, filtning, syning og andet – har samlet egen idé – i en pude eller to, der afspejler, hvad der rører sig i disse kreative mennesker.

Majestæten er velkommen til at gå rundt og se på disse puder – og på håndarbejdene som kvinderne sidder med – og vil fra en af pudemagerne – få en interesant historie – hvori Dronningens familie spiller en stor rolle.

Deres Majestæt, her i huset – i Heimavirkisfelagnum og Ribarhúsi har vi gennem årene med interesse fulgt Dronningens kreative og kunstneriske side. De er en fantastisk og meget produktiv kunstner – og det, Dronningen har udrettet inden mange kunstgrene er ganske betagende og enestående.

Her i huset kan  vi også lide at læse, at Dronningen vover ud på “tynd is” en gang imellem og mener, at det er sundt at sætte sig selv i situationer, der ikke kan klares på rutinen.  Og at høre Dronningen sige, at „det meste kan klares med saks, lim, tape og hæfteklammer,” er befriende – det elsker vi også at arbejde med.

Deres Majestæt.  Í Ribarhúsi, har vi den ære, at fremvise en spændende og anderledes kunstudstilling for Majestæten med kunstværker af Heðin Kambsdal – udvalgte til denne særlige lejlighed. Samt en udstilling  af 11 folio-bibler, fra Petur Martin Petersens store bibelsamling.

Vi håber at Deres Majestæt Dronningen nyder turen gennem huset, og at denne lille fortælling i ord og billeder kan være et godt og hyggelig minde herfra.

Ger so væl og takk fyri.

 

Tey sum luttóku við pútum til  pútuframsýningina vóru bæði leik og lærd og víða um úr Føroyum:

Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard –  Rebekka á Fjallinum – Malan Fossaa –

Poulina Eliasen – Randi Samson – Jan Terji Edmundsson –

Irdi Mittelstein – Aslaug Joensen – Ann Højgaard Slot – Kirstin Strøm Bech –

Karin Brattaberg  –  Durita E Olsen – Edla Poulina Olsen –

Henrikka Øregaard – Unn Eldevig Petersen – Anna Evensa Abrahamsen –

Katrin Petersen – Jóvør Sumberg-Olsen – Louisa Heinesen –

Dagmar Beder – Jórun D Poulsen – Barbara Brattaberg –

HannaMaria Poulsen – Sissal Kristiansen – Laura Hentze –

Anna av Rana – Sunrid Áarskarð – Súsanna Toftegaard – Sólvá G Olsen

 

Vit sum vóru í fyrireikingarbólkinum takka so hjartaliga fyri góðu undirtøkuna.

Rønn Eliasen – Dagmar Beder – Thurid Samró – Brynhild Næs Petersen og Odvør á Lakjuni.

 

Fuglafjarðar Kommuna eigur eisini eina hjartans tøkk fyri møguleikan 🙂

 

Les onnur tíðindi