Finleif Mortensen í Ribarhúsi.

Deil

Fríggjadagin 16. august kl. 17:00
verður fernisering í Ribarhúsi har Rani Nolsøe syngur nakrar sangir.
Finleif Mortensen brúkar tveir hættir, tá ið hann málar – ein figurativan og ein abstraktan.
Tveir hættir, ið vanliga eru fataðir sum tveir mótsetningar.
Tann eini byggir á eygleiðing og endurgeving av veruleikanum sum hann sæst,
hin er savnandi um rein skap og litir á hvør sín hátt, – ósjálvstøðugt av tí sum sæst.
Tess meir tú eygleiðir málningarnar hjá Finleif Mortensen, tess meira sýnast hesir mótsetningar at fána burtur,
ella í øllum førum at hava íblástur frá hvørjum øðrum.
Verður hugt eftir tí figurativa málninginum, málar hann ofta tað kenda motivið, náttúruna, smáu bygdirnar – hav og himmal.
Litirnir bera sum oftast brá av blágrønum og reydligum litum.
Á framsýningni í Ribarhúsi hevur Finleif Mortensen málningar,
har íblásturin kemur frá bygdum og landsløgum umframt nakrar abstraktar málningar har íblásturin kemur frá nátturuupplivingum á fjallatúrum.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 16.august kl.17.00 har Rani Nolsøe syngur nakrar sangir.
Framsýningin er opin til 31. august.
mánadag til fríggjadag
kl.10.00 til 17.30
leygardag frá kl.11.00 til kl.14.00 –
tá eisini Piddasahandil er opin og í húsinum kanst tú altíð keypa tær ein kaffimunn.

Les onnur tíðindi