Frits í Ribarhúsi við vatnlitaframsýning sum letur upp mánadagin 26.okt kl.16

Deil

Endiliga aftur okkurt forkunnugt á gomlu brettunum  –  mánadagin 26. okt  kl. 16.00  letur okkara Frits vatnlitaframsýning upp í Ribarhúsi

Framsýningin er opin til 25. novembur.

Myndirnar eru úr hansara egna hugaheimi á ymsan hátt, har penslabørnini  fara um gluggar, karmar, hálvar skjøldrar, næmingar, teldur, fólk, steinar, andlit o. s. fr.

Frits heilsar øllum hjartaliga vælkomnum, men og biður okkum um, “at fara varisliga um gáttina inn í Ribarhús í hesum korona drátti og ansa eftir”, at vit ikki koma ov nær hvørt øðrum

og at vit ikki eru ov mong í senn í hesi listaligu gongd framman fyri hansara vatnlita børnum.

Les onnur tíðindi