1

Fuglafjarðar Heimavirkisfelag 25 ár í dag.

Deil

 

Fuglafjarðar Heimavirkisfelag fyllur 25 ár í dag – á Grækarismessu tann 12.mars 2022.

Heimavirkisfelagið, Piddasahandil og húsið eru farin at hoyra meir og meir saman hesi 25 farnu árini.

Hugfarðsligi bygningurin var sjálvandi til langt áðrenn “okkara”tíð og hevði stórt og týðandi virksemi tá. Men bygningurin fekk nýtt lív, við nýggjum innihaldi, tá Heimavirkisfelagið i sístu helvt av 90-unum, slapp at gera hølini brúkilig til viðkomandi virksemi

Heimavirkisfelagið hevur havt nógv at týða fyri “ húsið” og “húsið” hevur havt nógv at týða fyri heimavirkisfelagi.

Og øll árini, líka frá fyrsta degi, hava vit havt gott samstarv við skiftandi komunustýrini sum hava sitið

Aktiviteturin hevur veri eitt sindur upp og niður, til tíðir fleiri aktiv fólk og til tíðir færri fólk við “gå på mod”- men tað eru fólkini sum hava fingið ymist av góðum og positivum at henda her.- Nøkur mannfólk, men mest konufólk, sum bestemt ikki hava veri bangin fyri at bróta upp um armar og tískil hava fingið nógv at henda við húsinum og í húsinum og hava gjørt tað til eina sólskinssøgu 🙂

Uttan Piddasahandil onki Heimavirkisfelag …. ella?

Og ikki at gloyma allar/øll tykkum sum gjøgnum árini eru komin við heimavirkaðum at selja. Eisini tykkum sum gera ymist annað av praktiskum tingum – sovritt sum má og skal gerast fyri at húsið alt, skal fungerað sum best. Og tykkum sum so trúðliga hava havt opið so fólk hava kunna komi inn á gólvið fyri at keypa ella bara fyri at síggja úrvæli og at tey hava kunna notið eina listaframsýning í Ribarhúsi- sum hevur veri karmur um nógvar slíkar hesi árini. Og ikki at forgloyma allar teir góðu kaffidussarnar sum eru farnir niðurum í hugnaliga kaffikrókinum og í Ribarhúsi.

25 ár eru ikki 25 dagar – fólk/limir eru komin og farin – hava sett spor, veri aktiv eina tíð og eru so farin víðari – Nøkur hava veri leingi, summi øll árini, – tað er gott – og sera gleðiligt er eisini, at nýggj fólk ynskja at koma við fyri at halda lív í virkseminum.  Uttan aktivar limir og áhugaðar kreftir doyr slíkt virksemi, og tað er ergriligt, serliga tá man hugsar um  endamáls-orðingina fyri Heimavirkisfelagið og húsið:

Og eitt veit eg bumbusikkurt…at fyri 25 árum síðan hevði man ikki bjóða nøkrum fólki inn her til annað enn at smíða, mála ella at gera í stand…og TONK -í fjør bar til at bjóða sjálvari Danmarks drotning inn her…tað haldi eg er stórt J veit ikki hvat tit halda….?

Framtíðar dreymar og broytingar ?

Vit fylla 25  …So er hetta  ikki akkurát rætta tíðspunkt til at hugsa onkrar positivar broytingar inn, fyri at fáa húsið alt sum tað er, at fungerað optimalt  og royna at fordeila hesar ymisku uppgávurnar betri?

Her eru jú fleiri øki – Piddasahandil og heimavirka er eitt – Ribarhús og málninga framsýningar/konsertir/tiltøk er eitt – Lúkukaffi við heimagjørdum er eitt –øll økini hoyra saman og virka stuðlandi vegna hvørt annað …

Hvat við, at tríggir limir vera valdir til hvørt av hesum økjum – í áhugabólkar? Hetta vali kann vera tá aðalfundur er, akkurát sum nú,  antin hvørt ár ella annaðhvør ár og man kann lata seg velja ár um ár um man hevur hug til tað, ella man velur at brúka eitt ella tvey ár til at lívgað um virksemi í húsinum.

Ein úr hvørjum av hesum áhugabólkum kemur í nevnd fyri húsið saman við einum umboðið fyri Kunningarstovuna og einum umboðið fyri mentannartoymi hjá Fuglafjarðar Kommunu –

Also ein nevnd uppá 5 fólk sum umboðar alt húsið, sum skal hava fund einaferð um kvartalið og annars eftir umbøn frá áhugabólki sum heldur at tað er neyðugt. Hendan húsanevndin   hevur til uppgávu at at velja eitt fólk at hava okkurt slag av høvuðsábyrd dagliga.

Tað góða við hesum mátanum er, at man kann lata seg… ella verða biðin um, at stilla upp á tí økinum sum man hevur mestan áhuga í – t.d. fyri Piddasahandil tí man heldur tann partin vera mest spennandi – ella øðrum av hinum um man heldur at tað er meir spennandi og so arbeiður man tætt sjálvstøðugt saman í hesum smáu áhugabólkunum –

Og man broytur viðtøkur osv…so tær passa til tað sum er veruleikin.

 

Les onnur tíðindi