Fuglafjarðar Heimavirkisfelag hevur aðalfund og hugnaløtu í Ribarhúsi týskv.11 mars – síggjast :)

Deil

Ribarhús – list – handverk – gávur. 

Hjartaliga vælkomin til hugnaløtu og aðalfund í Gallarínum komandi týskvøld 11. mars kl. 19.30 –

Fyrst fáa vit ein góðan duss við lekkrari køku afturvið og vitjan av ”Uppskrift.fo”, sum koma at fortelja okkum ymiskt áhugavert.

Kl. 20.30 er Aðalfundur við lýstari skrá á  www.ribarhus.fo

Vit gleða okkum at síggja tykkum 🙂

Nevndin

Limagjald fyri 2025: er kr. 150,- at flyta á konto 9865 993 772 7  Takk fyri. 🙂

Um tú ynskir at strika teg sum lim – smsað so til 224427  – navn og at tú ynskir t strikast.

 

Aðalfundurin verður sum áður fráboðað

Týskvøldið 11. mars 2025 kl. 20.30

Skráin er hendan

Val av fundarstjóra og fundarskrivara.

Roknskapurin framlagdur

og

Frágreiðing -árið sum fór.

Val av limum til nevndina

Innkomin uppskot

(Rís/rós/ hugskot o.a. kann sendast til heimavirk@gmail.com til sun. 9. mars)

Ymist.

Nevndin

 

Les onnur tíðindi