Harmoniku bólkurin “Trekkspill på reise” – konsert í Ribarhúsi 13.06 – í annakvøld -kl. 20

Deil

“Trekkspill på reise”, sum bólkurin og konsertin eitur á norskum, er ein norðurlendskur konsertbólkur við harmonikutónleiki í hásæti.-

Atgongumerki á kr.100 verða seld við dyrnar. Eisini er møguligt at keypa ein góðan duss í Lúkukaféini 🙂 Á veggjabrettunum hongur framsýningin hjá Edith Mørkøre.

Hetta er ein konsert við harmonikuspæli á høgum støði so gleði tykkum 🙂

Meir um …

“Tað sigst at har var ein harmonika í hvørjum húsi í Norðurlondum í 1900-talinum. Ídnaðarkollveltingin og hópframleiðsla hevði við sær, at kostnaðirnir vóru lagaligir. Hetta gjørdi, at harmonikan skjótt bleiv hvørsmansogn.

Tónleikurin og ljóðførið ferðaðust javnt og samt við handilsmonnum og fiskimonnum millum Norðurlond, serliga sjóvegis millum Norra, Føroyar, Ísland og Hetland. Mentanin ferðaðist, broytti seg og tók nýggjar kenslur og tulkingar við sær, ið merktu framførslurnar. Harvið fingu vit eina ríka sangtraditión við sjómannavísum, tango’um, foxtrottónleiki og so framvegis. Vit meta, at tað er serliga umráðandi at verja hendan arvin, kanska serliga tí at hann ikki verður roknaður sum fólkatónleikur, eins og t.d. kvæðini verða.

Bólkurin Trekkspill på reise brennur fyri at framføra hendan tónleikin og bólkurin fer tí á turné við honum í 2022-23. Á turnéini fara vit at hoyra alt frá brøðrunum Eriksen yvir harmonikugulløldina við Jularbo, Tollefsen og Pétursson, og víðari til sjómannavals hjá Taube, Kleppevik og Brandelius.

Í hesum tíðarskeiðnum var harmonikan kongur bæði í dansistøðunum og á plátu, og alt hetta og meira afturat verður framført á konsertini.

Tey luttakandi eru:

Kristina Farstad Bjørdal – Útbúgvin á Norges Musikkhøyskole innanfyri samtíðartónleik. Hon spælir eisini varieté-tónleik.

Ásta Soffía Þorgeirsdóttir – Tónleikari við tónlistarligari breidd og sera dugnaligur tulkur av barokktónleiki.

Marius Berglund – hevur starvast í tvey ár fyri fólkatónleikarasavnið (Folkemusikkarkivet) í Møre & Romsdal fyri at fáa harmonikutraditiónina at blóma og koma út til fólkið. Hann er kennari av traditiónstónleiki í økinum og er somuleiðis vælútbúgvin harmonikuleikari (akkordeonistur) og eldhugaður undirhaldstónleikari.

Odd Arne Halaas – Sera virkin undirhaldandi, skemtari og søgufrásigari, umframt at hann er sangari og harmonikuleikari. Hesar eginleikarnar vilja vit brúka fyri at fáa harmonikuna og søguna út til fólkið á ein lættan og góðan hátt. Tað er okkara vón, at øll ættarlið fara at trívast á okkara konsert.

Kostnaður kr. 100,-

Hjartaliga vælkomin

Les onnur tíðindi