TÍÐINDI
Sunnudagin 14. mars kl. 16 letur málningaframsýningin “Heðin Kambsdal sjeyti” upp í Ribarhúsi.
Bókin Batseba er á skránni týskvøldið 9.mars kl. 20 – Lesiringurin Mirjam á Ribarslofti.
Nú hevur Lúkukaffi opið tríggjar dagar um vikuna – mik og frí frá kl. 15 -17 og hós. frá kl. 11- 17
Lesiringurin Mirjam á Ribarslofti í kvøld 23.feb.kl. 20
Violin-næmingakonsert týskvøldið 16. februar kl. 19
Edith Mørkøre í Ribarhúsi við ymiskari grafikklist 12. feb – 4. mars
“Lesiringurin Mirjam” á Ribarslofti týskvøldið 9.februar kl. 20
Spennandi PRENTVIKUR í Ribarhúsi – í viku 7. 8. og 9. – 12. feb. – 4. mar. 2021

Helena Kjeld letur upp framsýning sunnudagin 12. juli kl. 16
Helena Kjeld letur upp mynda- og málningaframsýning í Ribarhúsi sunnudagin, 12. juli kl 16:00.
Helena er dóttir Fridrikku og Høgna Kjeld. Hon er uppvaksin úti í Rossagerði í Fuglafirði í einum vøkrum umhvørvi.
Abbi hennara í faðir legg Jóhan Kjeld og langabbin Jacob Kjeld vóru stak góðir teknarar.
Helena hevur gingið á Cambridge school of visual & performing arts og hevur lisið her um grafiska sniðgeving og myndprýðing.
Hon var liðug við tað skriftliga til jóla, og tað verkliga er hon liðug við fyri stuttum.
Hetta er ein vøkur tilgongd, tá ið komið verður til tað listaliga.
Framsýningin hongur uppi til hósdagin 23. juli.
Les onnur tíðindi