Hennara Hátign Drotning Margreta II vitjar Fuglafjarðar kommunu komandi fríggjadag 16. juli og millum nógv onnur støð her í býnum vitjar hon eisini Piddasahandil og Ribarhús

Deil

Kommunan hevur tilevnað eina áhugaverda og fjølbroytta skrá fyri vitjanina, sum tekur støði í tí jørðildi, Fuglafjørður er kendur fyri, nevnliga vitan, vinnu og mentan…..

Frá Miðstaðarlundini fer Drotningin til gongu tann stutta túrin til Ribarhús, har Drotningin kemur inn gjøgnum reyðu hurðina og í  Piddasahandli, okkara heimavirkishandli, fær høvi at síggja eina pútuframsýning, við pútum sum eru gjørdar til hetta serliga høvi og eina  verkstovu, har konur sita  við ymiskum handverki. Síðani gongur leiðin inn í Ribarhús, har Drotningin  fær at síggja eina listaframsýning, við serligum málningum, sum eru útvaldir til hetta høvi og eina framsýning við gomlum donskum Kongabíblium.

Eftir vitjanina og tikemur atl kl. 17 er húsið alment opið.

Les onnur tíðindi