TÍÐINDI
Kafé kvinnur 60+ á Ribarslofti
Mentanardagar 2023 í okkara húsi.
Heidi og Randi søluframsýning á Ribarslofti
Piddasahandil – Ribarsloft – Ribarhús og Lúkukaffi á Varmakeldu
Dorte Jensen við seymaðum portrettmyndum í Ribarhúsi
Summartónar í Ribarhúsi: Móðir Jørð – mold undir neglunum
Summartónar í Ribarhúsi frí 9. juni kl. 10 til 12 og ley. 10. juni kl. 15 til 17

Laila Nikolajsen í Ribarhúsi
Ferniseringin verður hósdagin 7.oktober kl. 17.00-19.00, har Laila hugleiðir um sína list.
Her verður møguleiki at hitta listakvinnuna, umframt at fáa sær okkurt gott til góman.
Talan er um eina søluframsýning.
Listaverkini fara at hanga á gomlu veggjabrettunum í Ribarhúsið frá 7.oktober til 3. november 2021.
Opið er mánadag til fríggjadag kl.15.00 – 17.30 og leygardag kl.11.00-14.00
Øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis!
Um listakvinnuna
Laila Nikolajsen (f. 1965), er dóttir Johild, og abbadóttir Sam og Margrethu Jacobsen úr Fuglafirði.
Laila er fødd og uppvaksin í Danmark, men býr í dag í Vestmanna við makanum Borgar Nikolajsen.
Listakvinnan eigur børnini Rannvá, Sóley og Trygva Danielsen, ið eisini eru sera kreativ.
Rannvá er borin við einari vakrari songrødd og hevur upptraðkað sum yngri.
Sóley er útbúgvin sjónleikari og hevur leikstjórnað fleiri leikum m.a ’Lítla Havfrúgvin’ og ’Junglubókin’.
Trygvi, ið eisini er kendur sum Silvurdrongurin, hevur útgivið fleiri bøkur, tónleik og føroyska spælifilmin ’111 góðir dagar’.
Laila hevði sína fyrstu framsýning í 2015, og hevur síðani havt fleiri framsýningar, bæði í Føroyum og uttanlanda.
Listakvinnan hevur seinastu árini ment sína list og verið á skeið á Listakúlanum Spektrum í København.
Laila málar ímyndandi nútíðarlist og er serliga hugtikin av menniskjum.
Laila er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og starvast dagliga á Landssjúkrahúsinum.
Les onnur tíðindi