“Lesiringurin Mirjam” á Ribarslofti týskvøldið 9.februar kl. 20

Deil

Nú er tað bókin RAHAB, sum verður gjøgnumgingin.

Týskvøldið 9. februar hittist lesiringurin so aftur  at lesa úr og at tosa saman um bókina RAHAB.

Lesiringakvøldini eru ókeypis, og allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar at vera við.

Tær nýtist ikki at hava lisið bókina. Og bøkurnar, sum verða gjøgnumgingnar lesiringakvøldini,

fáast til keyps ella til láns á staðnum.

Ein lítil drekkamunnur er eisini fastur táttur.

Síggjast 🙂

 

Mirjam lesiringurin verður annars á Ribarslofti hesi týskvøld í februar og mars: 23. februar, 9. og 23. mars.

Tað er Hilda Viderø, sum er samskipari av “Lesiringunum Mirjam”- sum eisini hittast aðrastaðni í Føroyum.

 

 

 

 

Les onnur tíðindi