TÍÐINDI
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Bókin Batseba er á skránni týskvøldið 9.mars kl. 20 – Lesiringurin Mirjam á Ribarslofti.
Í annakvøld týskvøld 9. mars kl. 20 er bókin Batseba á skránni.
Lesiringakvøldini eru ókeypis, og allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar at vera við.
Tær nýtist ikki at hava lisið bókina. Og bøkurnar, sum verða gjøgnumgingnar lesiringakvøldini,
fáast til keyps ella til láns á staðnum.
Ein lítil drekkamunnur er eisini fastur táttur.
Síggjast!
Mirjam lesiringurin verður annars á Ribarslofti aftur týskvøldið 23. mars.
Tað er Hilda Viderø, sum er samskipari av “Lesiringunum Mirjam”- sum eisini hittast aðrastaðni í Føroyum.
Les onnur tíðindi