TÍÐINDI
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni
Varmakelda í Ribarhúsi Maria og Bárður konsert
Ribarhús 3. juli kl. 19-21. marjunarbinding – grundskeið

Lív Kjølbro Skarðsá í Ribarhúsi
Fernisering verður hósdagin 8. februar kl 17.Har ein kaffimuður verður at fáa við onkrum góðum afturvið Eisini verður ein sangframførsla frá Birnu Steinberg
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Lív Kjølbro Skarðsá er 22 ára gomul. Hon er ættað av Viðareiði, men býr nú á Kambsdali saman við manninum.
Hon hevur frá barni av teknað nógv. Seinni fór hon so eisini at mála.
Hon sigur: Tað eg máli og tekni, er nokkso fjølbroytt. Nógv av íblástrinum fái eg úr føroysku náttúruni og djóralívinum, serliga úr heimbygdini.
Eisini havi eg teknað nógv ymisk og stuttlig kort av lundum, ið skjótt eisini verða at fáa í handlum. Kortini verða eisini við til framsýningina.
Framsýningin er opin til og við 29. februar
Les onnur tíðindi