TÍÐINDI
Skráin fyri “okkarahús” á mentanardøgunum `24 – altíð ókeypis at koma inn – og øll eru vælkomin
Kári Svensson í Ribarhúsi á Mentanardøgunum 2024
Bettys Quartet í Ribarhúsi – Varmakelduleygardag kl. 16
Ribarhús sun.7.juli kl. 16 – Ein ørvísi Varmakelduframsýning – Frits til minnis. – Tankar og tónar –
RIBARHÙS frí.5.juli-kl.19 – Ein ørvísi Varmakelduframsýning í ár – Frits til minnis.
Monika Schenk úr Sweits – ein ferðamálari – Travel Painter í Ribarhúsi
Mini “Støkkupp” Sølumiðstøð í Ribarhúsi 12.-13. apr. 2024. Opið báðar dagar kl. 11 til 18
Eitt sera hugnaligt gamalt hús við tveimum inngongdum – einari bláari hurð ”heimeftir” og eini reyðari hurð ”norðeftir”.
Inni her, millum bjálkar, brettir, gamlar hyllar, skivur og knirkandi trappur – eru nógvir hugnaligir krókar har tú kanst sita við stokkum og einum dussi. Ella bara ganga í tímavís og hugna tær og hitta fólk og fáa góð prát.
Her er ein hugnaligur heimavirkishandil við stórum úrvæli – Ein spennandi Lúkukafé við nógvum góðum til góman bæði av søtum ósøtum 😊 Ein spennandi framsýning í Gallarínum við áseymaðum myndum hjá Anni Haraldsen pluss ein rúgva av lýsingum frá teimum sum selja runt umkring í húsinum. Og vørurnar sum tey selja fevna um alt møguligt.😊 tað mugu tit sjálvi koma inn at uppliva.
Ì gallarínum vera hesar dagarnar framførslur við tónleiki og sangi ávísar klokkutíðir eins og vit av pallinum eisini fáa nakrar framløgur um áhugaverd evni –
Vit fara at lýsa væl á FB og her á síðuni – við klokkutíðum og nøvnum, mitt í komandi viku.
So gleði tykkum 😊 Her kostar onki at koma inn og alt sum gongur fyriseg á pallinum er eisini ókeypis.
Hjartaliga vælkomin í Ribarhús.
Les onnur tíðindi