TÍÐINDI
Ribarhús sunnudagin 5. januar kl. 14 – Bergur, Borgfríð og Tymur allanvegin úr Ukraina.
Ribarhús í januar – framsýning við Listaspírum – Kom við:)
Fittlig jólakonsert við violinnæmingum hjá Musikskúlanum
Maria, Bodil og Selma í Ribarhúsi í desembur.
Ribarhúsi í jólahýri – nógv hugnaligt og spennandi á skrá frá hálvum novembur.
Ribarhús – Festligir tónar við Moniku Stauss violin og Jón Eliassen klaver
Ribarhús jólasøla /jólamarknaður 2024
Jólatónar við Guðrun Sólju og gittaristinum Janus Kampan
Skráin fyri “okkarahús” á mentanardøgunum `24 – altíð ókeypis at koma inn – og øll eru vælkomin
Myndasýning við ungum listafólkum í Ribarhúsi
Sunnudagin,10. januar kl 16:00 letur upp ein myndasýning í Ribarhúsi við ungum listafólkum.
Hetta er fyrsta framsýning í Ribarhúsi í ár og ein spennandi byrjan uppá 2021.
Jú, hvussu tann listaligi inn- og útsúðurin fer at hátta sær, tá ið tað kemur til eystfall og vestfall, er ringt at meta um.
Tað er altíð munur á flóð og fjøru, men sanniliga á tí listaliga økinum er tað ein fragd at síggja hesar fjørulutir,
sum eru so ymiskir, tá ið teir t. d. koma undan penslabørnunum hjá hesum ungu listafólkum.
Hetta verður sjón fyri eygað.
Vit minnast til frástøðu og handreinføri og hægst 20 kunnu vera inni á gamla gólvinum í senn.
Hesi stilla út:
Óðin Hentze – Terji Beder – Hjørdis á Dalbø Gregersen
Sólfríð Hansen – Sára Ólavsdóttir Hentze – Tóra Hammer
Jóhannus Martin – Lý Petersen – Helena Kjeld
Karina Petersen – Rakel Antoniussen
Framsýningin hongur á gomlu veggjabrettunum til fyrst í februar.
Les onnur tíðindi