Myndasýning við ungum listafólkum í Ribarhúsi

Deil

Sunnudagin,10. januar kl 16:00 letur upp ein myndasýning í Ribarhúsi við ungum listafólkum.

Hetta er fyrsta framsýning í Ribarhúsi í ár og ein  spennandi byrjan uppá 2021.

Jú, hvussu tann listaligi inn- og útsúðurin fer at hátta sær, tá ið tað kemur til eystfall og vestfall, er ringt at meta um.

Tað er altíð munur á flóð og fjøru, men sanniliga á tí listaliga økinum er tað ein fragd at síggja hesar fjørulutir,

sum eru so ymiskir, tá ið teir t. d. koma undan penslabørnunum hjá hesum ungu listafólkum.

Hetta verður sjón fyri eygað.

Vit minnast til frástøðu og handreinføri og  hægst 20 kunnu vera inni á gamla gólvinum í senn.

Hesi stilla út:

Óðin Hentze  – Terji Beder – Hjørdis á Dalbø Gregersen

Sólfríð Hansen – Sára Ólavsdóttir  Hentze – Tóra Hammer

Jóhannus Martin  – Lý Petersen – Helena Kjeld

Karina Petersen – Rakel Antoniussen

Framsýningin hongur á gomlu veggjabrettunum til fyrst í februar.

Les onnur tíðindi