TÍÐINDI
Harry Knudsen av Glyvrum í Ribarhúsi
Ribarhús á Mentanardøgunum 2026 – Sunnudagur 6.sept –
Ribarhús – Summartónar við Elin Brimheim Heinesen fríggjadagin 28. august kl. 17.
Ribarhús: Fjølbroytt listaframsýning á mentanardøgunum 2026
Ribarhús 25. juni kl. 20 konsert við Moniku Stauss Joensen, violin og Andreu Stauss Hofmmann, klaver
Ribarhús – Summartónar 19. juni kl. 17 – BETTYS QUARTET spælir
FORLAGIÐ LEIRKERIÐ í Ribarhúsi við jólasølutiltaki meðan hugfarsligu málningarnir hjá Stellu Z. prýða gomlu veggjabrettini.
Leygardagin 7. des kl. 11-18 og sunnudagin 8. des. kl. 15-19 hevur forlagið Leirkerið jólasølutiltak. Høvi verður at keypa góðar, bíligar føroyskar bøkur – also nógv góð jólagávu hugskot.
Eisini verða pakkar við fleiri bókum saman – seldir við sera lágum prísi.
Í sambandi við tiltaki verður ein hugnalig løta leygardagin kl. 15.00, har Páll á Lakjuni fer at greiða frá nýggjastu bókini frá Leirkerinum, sum hann hevur týtt úr enskum. Bókin ber heitið “VIÐMERKINGAR” til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti“. Páll fer eisini at syngja onkran sangin.
Piddasahandil hevur opið báðar dagarnar við nógvum góðum heimavirkaðum jólagávu hugskotum og altíð fæst ein góður kaffidussur úr okkara JURA kaffimaskinu við onkrum góðum afturvið.
Les onnur tíðindi