Nógv fólk til fernisering í Ribarhúsi

Deil

Í gjár – mikudag 1. mai kl 17:00 lat upp málningasýning í Ribarhúsi.

Tað eru Heðini Kambsdal, Øssur Mohr og Frits Johannesen sum sýna fram.

Anne Mette og Frits sungu og Heðin spældi undir- og ein kaffidussur var eisini á skránni.

Um hesar tríggjar skrivar Frits:

Øssur Mohr

Vit eru 3 fuglfirðingar, ið stilla út í Ribarhúsi frá 1. mai til 12.mai. Tann yngsti er Øssur, ið málar ekspressivar, vakrar, gløggar, livandi, litríkar málningar undan fjallagreinunum við fjørðin. Hann er tolin í síni myndagerð og veltir eina flagveltu, sum randar síni skap í vøkrum sjónum, tónum í alla tíðina leggja se til hvíldar í eygnakrókar á fólkið, sum síggja henda gróður.Vøksturin undan hansara hond hevur nørt um hansara list víða um. Hesar listaligu, litríku halkoytur hava lisið sítt faðir vár víða um til,gleði og gagns fyri Øssur, bygdina og landið alt. Hansara penslabørn dansa ein fegin dans dag og dagliga.

Heðin Kambsdal

Heðin er næstelstur og fór at mála sum blaðungur, har hann í síni gongd lyfti ljósið í sínuum strokum innarliga, skaldakent – í kenslusamum, randvovnum strokum Hann hevur nortið við omanljósið við okkara vøkru bygd, sum kemur undan fjallagreinum og nørir um ljósanna glámlýsismátt, sum lesur sína morgun – og kvøldbøn bæði í lýsing og skýming. Hann fer út í rúmdina og fær Norðlýsið at dansa ein vakran rúmdardans, ið leggur seg til hvíldar t. d. í Blábjørgum. Hetta er ein meistarlig atdráttarmegi, ið nørir um tað skapandi megina, sum Heðin hevur í sínum penslabørnum. Tey trívast væl undir hansara hond.

Frits Johannesen

Frits er elstur. Hann rør upp undir løtuna við einum skaldakendum tónleikamynstri, har naknar kvinnur við eini cello og djór hava konsertir saman. Hetta kann vera úti í natúrini – uppi millum fjalla ella niðri við sjóvarmálan t. d. Heimi á Oyrini í Fuglafiðri. Alt lívið er ein lestur og tónleikur, sum fer um okkara heila – og sálarkervi í einum vøkrum inn- og útsúgi. Hann heldur um síni penslabørn, nú ellin stundar til, og letur strokini t. d. í hálvar skjøldrar, hálv vindeygu og hálvt hjól. Ja, vit síggja ikki alt. Vit síggja bert ein part av øllum , og hetta vita penslabørnini, men glað eru tey at mála bara ein part av øllum.

Les onnur tíðindi