Nú eru vit farin í gongd við seyming av endurnýtslu taskunum !

Deil

Seymingin av endurnýtslutaskum byrjaði í morgun, mánadag 26. Kl. 10. á Ribarslofti. Vit vóru nakrar sum hugagóðar møttu uppí morgun, og fingu gongd á klippingina og seymingina.
Týsdagin 27. august. klokkan 19.00 verður hildi fram á Ribarsloftinum –
har er nógv lekkurt endurnýtslutoy, sum liggur klárt at klippa,
sumt er entá longu klippt og klárt at seyma, so har er bara at troppa upp 🙂
– allar/allir eru vælkomin at vera við 🙂
– um brúk er fyri vegleiðing, so eru vit Dagmar Beder, Odvør á Lakjuni, Hannamaria Poulsen og Eileen Ejdesgaard upp á skift, klárar at hjálpa 🙂
Miku-hós-frí- og ley…er bara at troppa upp á loftinum, meðan húsið er opið – millum kl. 10 og 17.30.
Toy og maskinur bara bíða eftir at koma í gongd –
Seyma tær sjálv/um eina tasku og síðani er tú vælkomin at seyma so nógvar taskur, sum tær lystir til søluna á Mentanardøgunum, –
peningurin sum kemur inn fyri fer til “Í menniskjum góður tokki”
Gleð teg sjálvan, hugsa um umhvørvið og hjálpi teimum ið hjálp treingja til.
ØLL ERU VÆLKOMIN at vera við í hesum !

Les onnur tíðindi