“Nýtt uppá stokkarnar” hesaferð tó nýtt við hekklinálini :) leygardagin 27.juni fara vit at hekkla ommupuntar.

Deil

Ein fínur máti at byrjað summarfrítíðina !

Eftir kl. 10, verður byrjað í Noðastovu – nýggja heimliga tóhandlinum á havnarlagnum, við tógv og hekklinál  og vegleiðing til dagsins uppgávu. Og sjálvandi kaffi við føroyskum ísi afturvið.

Dugnaligi undirvísarin setir okkum í gongd við uppgávuna út frá einari grunduppskrift, men tað er frítt at seta egnan dám á bæði við litum og mynstrum.

Ímeðan vit hekkla, ger kokkurin á Muntra  ein vælumtóktan rætt, sum verður serveraður fyri okkum tá vit umkring middag ganga ein túr niðan á Muntra.

Seinnapartin verða eisini stundir til at leggja frá sær og fara út at forvitnast eitt sindur.

Vit støkka inn á gólvið í Fjord, har borðreitt verður við kaffi og føroyskari sjokolátu, og fáa søguna um kreativa íverksetan og hennara ymisku uppgávur.

Aftaná ganga vit ein túr gjøgnum miðstaðarlundina yvir aftur í Ribarhús at arbeiða víðari.

Les onnur tíðindi