– er tað tíni mynd, vit leita eftir?

Deil

Um undirtøka er fyri tí, er ætlanin at skipa fyri serligari framsýning í Ribarhúsi frá 30. juni til 28. juli við foto-myndum, har yvirskriftin er: ”OKKARA ELSKAÐA LEIRVÍKSFJALL” – Leirvíksfjall í ljósi, myrkri, toku, regni, sól, mánalýsi, kava, ja, í øllum veðri, allar árstíðir og úr øllum vinklum.

Vit síggja ofta eina rúgvu av løtumyndum av Leirvíksfjalli á t.d. facebook – myndir av hesum hugtakandi fjallinum, sum eru tiknar úr ymsum vinklum í Fuglafirði og her rundanum.

Ert tú ein av teimum, sum elskar at taka myndir av Leirvíksfjalli, og liggur tú inni við fleiri myndum av hesum serliga fjalli í telefonini ella telduni, so er tað tær og tínari mynd, vit leita eftir!

Hevur tú hug at luttaka, send so eina, ella í mesta lagi tvær av tínum allarbestu myndum til ribarfotofjall@gmail.com í síðsta lagi kl. 12.00 mikudagin 15. juni.

Skriva fult navn á myndafólkinum, og nær og hvar á leið myndin er tikin.

NB! Tað er avmarkað pláss á veggjabrettunum í Ribarhúsi, so ein bólkur við trimum skilagóðum fólkum (einum fyri Ribarhús og tveimum fotofólkum) velur ímillum tær innkomnu myndirnar.

Ribarhús tekur sær av at prenta myndirnar á gott pappír við ’passepartout’ rundanum. Allar vera somu stødd.

Myndirnar vera til sølu – og møguligt avlop fer til eitt nýtt klaver til Ribarhús.

Bara eitt eintak verður gjørt av hvørjari mynd, og myndirnar verða strikaðar av meylinum, tá ið framsýningin letur upp.

Meðan Varmakeldan er, ber til at koma inn á gólvið og atkvøða um, hvør mynd ”í tínum eygum” er tann besta – og tann best umtókta fær eina virðisløn!

Vit gleða okkum og bíða spent eftir myndum.

Ribarhúsbólkurin 😊

Les onnur tíðindi