TÍÐINDI
Ribarhús sunnudagin 5. januar kl. 14 – Bergur, Borgfríð og Tymur allanvegin úr Ukraina.
Ribarhús í januar – framsýning við Listaspírum – Kom við:)
Fittlig jólakonsert við violinnæmingum hjá Musikskúlanum
Maria, Bodil og Selma í Ribarhúsi í desembur.
Ribarhúsi í jólahýri – nógv hugnaligt og spennandi á skrá frá hálvum novembur.
Ribarhús – Festligir tónar við Moniku Stauss violin og Jón Eliassen klaver
Ribarhús jólasøla /jólamarknaður 2024
Jólatónar við Guðrun Sólju og gittaristinum Janus Kampan
Skráin fyri “okkarahús” á mentanardøgunum `24 – altíð ókeypis at koma inn – og øll eru vælkomin
Okkurt um ymist og takk
Nevndin í Heimavirkisfelagnum, ynskir øllum eitt gott nýggjár og takkar fyri gott samstarv í farna ári.
Takk til tykkum sum fyltu handilin við góðum heimavirkaðum vørum og takk til tykkum sum komu á gátt at vitja fyri at síggja og fyri keypa av teimum góðu heimavirkaðu vørunum – Takk fyri at tit stuðla nærumhvørvinum og heimavinnuni – uttan tykkum ongin handil.
– Vit takka eisini øllum tykkum “húsfólkum” sum gera eitt stórt og umfatandi praktiskt arbeið, fyri at alt rundan um Piddasahandil og Ribarhús kann fungera so gott sum tað ber til.
Niðast á síðuni her, liggur “leinkja” til alt tað sum er gott at vita um man er limur í FHVF – Her síggja tit, hvussu nógv skal “klappa” fyri at alt skal rigga optimalt og hvør fáa sítt.
Her eru nógvir limir, sum leggja nógv inn at selja, og ikki tykkum at siga, so verður ikki alt selt – Tí er umráandi at øll, sum eiga vørur til sølu í handlinum, eisini eru tilvitað um, hvørjar treytirnar eru, so at tað alla tíðina er súður inn og út – at nýggj vøra kemur inn og avloysur vøru sum ikki er seld og at vørur sum hava veri í handlinum “longri enn eitt vist” fara aftur heim til “mammu”sína at vera. 😉
Og hvørt ár við ársenda, so undrast vit, at tað aftur í ár bar til …
So av hjarta takk til tykkum øll, sum á einhvønn hátt eru góð við og eiga lut í øllum sum fer fram í hesum kreativa, hugnaliga og “fitta”gamla húsinum, mitt í býnum í Fuglafirði –
Her er so ómetaliga nógv fjølbroytt og gott á skrá hvørt ár…handilin hevur opið so gott sum hvønn dag í nakrar tímar, her eru málningaframsýningar, konsertir, merkisdagar, hugnaløtur, skúli, kvøldskúli, skeið, 60+kafé, osv…
2020, sum var so ørvísi, eisini í okkarahúsi og so løgið á so mangan hátt, varð, hóast “spritting og frástøðu” fylt við nógvum góðum og positivum.
Vit kundu hava húsið nokso nógv opið í tørnum og tá ein skái var í koronasmittuni…Vit fingu havt nakrar framsýningar í Ribarhúsi, um ikki so nógvar sum atlanin var at hava.
Nýggja “Kaffilúkan í Ribarhúsi”, bleiv veruleiki, eitt sindur fyrr enn væntað, tí meðan húsið varð lukkað niður í tørnum vegna koronu, so bleiv arbeitt við at fáa “lúkukøkin” ordiliga kláran og brúkiligan til hugnaligu jólatíðina og “jólasøluna” og vit kláraðu tað og fingu gjørt nakrar positivar royndir á økinum sum eru góðar at hava við inn í nýggja árið.
Vit síggjast í Ribarhúsi til Lúkukaffi um hálvan februar…ella eitt sindur fyrr 😉
Eitt annað spennandi sum hendi í 2020 er, at Kunningarstovan, nú í eina tíð, fer at búgva her hjá okkum – inni á “Dorakontór” – Vit gleða okkum til gott og gevandi samstarv við Kristinu.
ribarhus.fo Piddasahandi/heimavirki/ treytir tá tú selur og gott at vita…
Les onnur tíðindi