Piddasahandil – Ribarsloft – Ribarhús og Lúkukaffi á Varmakeldu

Deil

Hjartaliga vælkomin –  úr Lúkuni fæst ein góður dussur við heimabakstri afturvið  til keyps – í Piddasahandli (the Old Shop)  fáast m.a. lekkrar ullintar troyggur og nógv annað spennandi heimavirkað –  bæði til brúks og prýðis.  Og á Piddalofti ein rúgva av bókum – nógvar til ein góðan prís .

Søguligi bygningurin er altíð eina vitjan verdur – her er hugnaligt at koma inn – nógvir krókar og trappur upp og trappur niður -og nógv støð man kann seta seg og bara vera til 🙂  á Ribarslofti hanga søguligu málningarnir hjá Heðini Kamdsdal – málaðir eftir myndum av og úr Fuglafirði fyrst í 1900… Og í Ribarhúsi málningaframsýningin hjá Øssur Mohr – sísti kjansur at síggja hana er sunnudagin 2. juli.

Vit her í húsinum ynskja øllum eina góða Varmakeldustevnu

Les onnur tíðindi