Prentvikur á Ribarslofti

Deil

Á Ribarhúsloftinum eru ymiskar verkstovur hvørja viku, har bæði roynd og óroynd kunna luttaka. Alt stendur klárt til luttakararnar, tá ið teir koma á verkstovuna. Tilfarið,  sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi. Verk­stovurnar vera tillagaðar luttakarunum. Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.

Mánadagin 21. mars  og týsdagin 22. mars  eru HÁPRENT verkstovur á skránni. Onnur  verkstovan er ætla vaksnum og á hinari er møguleiki hjá ungum niður í 10 ár at lut­taka. Arbeitt verður skapandi við at skera í ymiskt tilfar, so sum Linolium, Speedy-carve, Speedy-cut og Speedy-cut easy. Vit royna pressuteknikkir við pressu, B-pressu, Baren og skei. 

Mánadagin 28. mars er DJÚPPRENT verkstova fyri bæði byrjarar og roynd innan grafikk. Á verkstovuni verður arbeitt við serligari tøkni frá Akua, har plátur verða dekkaðar við Carborundum Gel og síðani verða myndaevnir reinsaði og skavaði í plátuna. Prenta verður við pressu og Akua Pin-pressu.

Mándagin 4. apríl er SERIGRAFI verkstova fyri byrjarar. Á verkstovuni verður arbeitt við at prenta myndaevnir gjøgnum uppspent net á rammu. Vit gjøgnumganga ymsar teknikkir og prenta á bæði pappír og klæði.

Far inn á www.litbrigdi.net fyri at melda til.

 

Les onnur tíðindi