PRENTVERK í Ribarhúsi

Deil

Frá 17. mars til 6. apríl er Ribarhús  á øðrum sinni karmur um prentvikur, sum seta grafikk, tilfar og tøkni í brennidepilin.

Skráin í ár er serliga spennandi, tí hon fevnir um framsýningina ”PRENT VERK´22”, har heili 23 grafikklistafólk sýna fram prent.

Endamálið við “PRENT VERK” er at varpa ljós á og fagna tí fjølbroytni, ið er innan grafikk og prent.

Tey, ið sýna fram síni verk eru Annika Arge Gregoriussen, Ann Mari Dam, Ása Helena Brynjarsdóttir, Ásla Rannvá Svensson, Bárður Dal Christiansen, Birgit Kirke, Edith Mørkøre, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Guðrið Helgadóttir Larsen, Hervør Hanusardóttir, Henny Dánialsdóttir, Jensia Brodersen, Margit Brøndum Johannesen, Maria Smith, Marjun J. Hentze, Nicolina Højgaard, Pernille Mejslov, Petra Eliasdóttir Mikkelsen, Rakel Helmsdal, Rikke Bak, Tove Askham, Tóra Hammer og Oggi Lamhauge.

Fernisering er hósdagin 17. mars kl. 16.00. Opið er tá til kl 20.00. Øll eru vælkomin.

Síðani er framsýningin opin fyri almenninginum til og við 6. apríl. Gerandisdagar frá kl. 15.00 til 17.30 og leygardagar frá kl. 11.00 til 14.00.

 

 

Les onnur tíðindi