Jens Klæmint Jacobsen saman við døtrum og versoninum Sam í Ribarhúsi

Deil

Ein hugfarslig, spennandi og ørvísi framsýning letur upp í Ribarhúsi nú leygardagin 8. mars kl. 16 .

Tað er Jens Klæmint Jacobsen – kanska serliga er kendur fyri sínar beinraktu karikaturtekningar og hansara  6 døtur og versonurin Sam, sum sýna fram.

Ferinisering verður leygardagin 8. mars kl 16.00-18.00  har Sædis Eilifsdóttir sigur nøkur orð – kanska syngur onkur eisini…

Øll eru vælkomin.

Jens Klæmint og døturnar hava seinastu árini málað saman. Alt byrjaði við kvøldskúlavirksemi, sum síðani hevur ført við sær, at stovan heima í Norðragøtu er umskapað til eitt atelier, minst einaferð um vikuna. Her er Jens Klæmint lærumeistarin og døtrurnar næmingar.

Hetta hevur støðugt ment seg og eru tað útvaldar myndir frá hesum hugnaligu løtunum, sum fara at prýða veggirnar í Ribarhúsi komandi  vikurnar.

Myndaevnini eru fjølbroytt, alt frá landslagsmyndum til abstraktar myndir og náttúrumyndir.

Framsýningin er opin gerandisdagar allan mars mánaða – tá handilin og húsið er opið 🙂

Les onnur tíðindi