Selma Ellingsgaard í Ribarhúsi

Deil

Leygardagin, 28. novembur, kl. 17:00, letur hon upp sína framsýning.

Framsýningin hongur uppi til 31. desembur, og tilber at síggja framsýningina tá Piddasahandil og Ribarhús hava opið.

Selma er av á Eiði og ættarbond eru eisini til Fuglafjarðar.

Omman í faðirætt var úr Fuglafirði og giftist til Eiðis. Eisini ein abbabeiggi av Eiði, í faðirætt, giftist til Fuglafjarðar.

Um seg sjálva, sigur Selma, at føroyska náttúran, ikki minst bergtakandi náttúran, har hon sleit sínar barnaskógvar, er rótfest í sál og sinni og ótømandi kelda til íblástur.

Selma málar eisini so mangt annað, bæði figurativt og meira abstrakt.

Sum barn og hálvvaksin elskaði hon at tekna og mála.

Og neistin kyknaði veruliga aftur í 2014, tá hon slapp á kvøldskúlaskeið í Havn – Og síðani hevur hon so at siga ikki slept penslinum, greiðir hon frá.

Í fleiri ár á rað hevur hon verið á kvøldskúlaskeiðum, umframt á øðrum listaskeiðnum bæði í Føroyum og í Danmark.

íblástur er eisini fingin á netinum og hevur inspirerað hana til at royna seg á ymsum økjum innan málningalist og tekning.

Selma hevur luttikið á fleiri málningaframsýningum í Føroyum seinastu árini og á tveimum framsýningum í Danmark í 2019, tá hon var niðri í lestrarørindum.

– Framsýningin letur sum sagt upp kl. 17:00, leygardagin 28. novembur og er opin til kl. 21:00.

Les onnur tíðindi