Søguligar og ørvísi framsýningar – 50 ár

Deil

Í ár, feira vit at tað eru 50 ár síðani fyrstu Varmakeldumálningaframsýningina  í fimleikarhøll skúlans.

Í juni hava verið og eru tvær spennandi og ørvísi framsýningar á skránni og mánaðarskifti juni/ juli verður so tað“stóra brakið” við nógvum listafólkum sum hava tað í felag, at tey antin eru slektaði hiðani, ella á annan hátt hava tilknýti hendanvegin.

Ein serlig framsýning lat upp í Ribarhúsi leygardagin 1.juni. Hendan var við gomlum málarum úr Fuglafirði. Tann framsýningin hekk uppi til og við 12. Juni.

Myndirnar niðanfyri her, eru frá ferniseringini, tá ið áhugaverdar frágreiðingar vóru at hoyra frá næstringum hjá málarunum, – Símuni Olivur Johannesen, Kristjani Hansen -Kristjani hjá Bendikt, Kristjani Vígdá, Valdemar Djurhuus, Símuni Paula (Poll) Øre og Hans J. Hansen yngra á Brúnni. –

Teir vóru allir við á fyrstu málningaframsýningini á Varmakeldu í 1969.

Málningarnir eru bæði spennandi listarliga og søguliga og teir eru sera forkunnugir.

Les onnur tíðindi