Spennandi PRENTVIKUR í Ribarhúsi – í viku 7. 8. og 9. – 12. feb. – 4. mar. 2021

Deil

Vika 7. 8. og 9. 

Framsýning í Ribarhúsi við ymiskari grafikklist hjá Edith Mørkøre.

Frasmsýningin letur upp fríggjadagin 12. Februar kl 15.00. Edith er til staðar frá kl 15.00 til 17.30 til prát um verkini, grafikktøkni, verkstovurnar, útgerð og vørurnar sum LITBRIGDI umboðar.

ØLL ERU VÆLKOMIN INN Á GÓLVIÐ.

Møguleiki er at keypa kaffi og okkurt gott  í Kaffilúkuni í Gallarínum.

Framsýningin er opin gerðandisdagar frá kl 15.00 til 17.30 og leygardagar frá kl 11.00 til 14.00.

 

Mánadagin 15. februar – á Ribarslofti

GELPRENT Verkstova “fyri byrjarar og roynd”.

Á verkstovuni arbeiða vit í 3 tímar við at gelprenta. Vit taka mynstur og formar úr gerðandislutum, hondarbeiðstilfari og náttúruni inn í myndevnini.

Alt stendur klárt til tín tá ið tú møtir so sum amboð, plátur, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.

Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.

Verkstovan verur tillagað luttakarunum.

Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.

Ver í arbeiðsklæðum.

Tilmelding krevst – á FB:Litbrigdi – á www.litbrigdi.net – á tlf 283319

LUTTAKARAGJALD 600,-


Mánadagin 22.februar – á Ribarslofti

HÁPRENT Verkstova “fyri byrjarar og roynd”

Á verkstovuni arbeiða vit í 3 tímar við háprenti. Vit skera í ymiskt tilfar, so sum Linolium, Speedy-carve, Speedy-cut og Speedy-cut easy.

Vit royna pressuteknikkir við pressu, baren og skei.

Alt stendur klárt til tín tá ið tú møtir so sum amboð, tilfar, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 6 hágóðsku prentørk.

Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.

Kaffi, te, og okkurt afturvið fæst í steðginum.

Verkstovan verur tillagað luttakarunum.

Ver í arbeiðsklæðum.

Tilmelding krevst – á FB:Litbrigdi – á www.litbrigdi.net – á tlf 283319

 LUTTAKARAGJALD 600,-


Mánadagur 1.mars – á Ribarslofti

KLÆÐISPRENT Verkstova “fyri byrjarar og roynd”.

Á verkstovuni arbeiða vit í 4 tímar við háprent á klæði. Vit skera Speedy-carve blokkar og prenta við Speedball og “Caligo Safe Wash” Relief svertum.

Alt stendur klárt til tín, tá tú møtir so sum amboð, tilfar, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír, klæði og berinet at prenta á.

Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.

Kaffi, te og ein lættur biti fæst í náttverðasteðginum.

Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.

Ver í arbeiðsklæðum.

Tilmelding krevst – á FB:Litbrigdi – á  www.litbrigdi.net – á tlf 283319

LUTTAKARAGJALD 800,-

 

 

 

 

Les onnur tíðindi