Sunnudagin 14. mars kl. 16 letur málningaframsýningin “Heðin Kambsdal sjeyti” upp í Ribarhúsi.

Deil

Tá framsýningin – ein framsýning við bæði yngri og eldri málningum letur upp, syngur Fuglafjarðar sangkór  tveir sangir,  Dávur Juul, borgarstjóri heldur røðu og ein góður kaffimuður verður afturvið.

Í samband við 70 ára dagin er gjørd ein áhugaverd løriftsmynd við Heðinsa penslastrokum  gjøgnum tíðina. Hesa kann man ogna sær, meðan framsýningin hongur uppi.

Løriftsmyndin er gjørd í avmarkaðum tali. Framsýningin hongur uppi til 29. mars.

Heðin Kambsdal sjeyti ár – ein heilsan frá Frits 

Situr tú uppi á loftinum í kirkjurúminum

og treður urguna í ymsum durum –

í sunnan og norðan.

Henda ljósgongda leið bjarta –

rørir og nørir um hjartað,

har fjallagreinar kring bygdina – vagga í røttum anda

við ljóðsettum, litføgrum spæli ,

íð sæst um røkur danda

í alføgrum ljómi – har hvør tóni er ein fagur, tónsettur hjómi.

 

Heima við hús – í Geilini

dansa penslabørn tíni –

ein litfagran fegins dans,

sum gevur mongum – ans og sans

við litføgrum spæli –

bæði í sólarrenning og sólsetri

í várligum anda –

á sumri og vetri,

har litstrokini fevna eygnahvarm og barm-

bæði á børnum og vaksnum fólki.

Litspælið undan hansara penslabørnum-

setir seg í sinnið .. á morgni kring landið

og úti í víðu verð.

 

Hesin andi kemur undan skýráki,

sólarrenning, mánalýsi, norðlýsi við blaktrandi ljósi á norðaru leiðum, stjørnudusti

og skyggir og glampar á randvovnum fannarkava, ið liggur á fjallagreinum,

á ymsum teigum og hagapørtum,

sum liva í okkara hjørtum.

Hetta er ein sjeyti ára róður,

sum nú syngur ein ljóm –

í Fuglafjarðar sangkóri, kirkjuurguni og undan hansara penslabørnum –

í litbornum mátti.

 

Hjartaliga til lukku við tínum sjeyti ára drátti.

Hetta er ein tann fyrsti málningurin, ið Heðin hevur málað, tætt við har hann býr.

Les onnur tíðindi