Tíðindi
Harmoniku bólkurin “Trekkspill på reise” – konsert í Ribarhúsi 13.06 – í annakvøld -kl. 20
“Trekkspill på reise”, sum bólkurin og konsertin eitur á norskum, er ein norðurlendskur konsertbólkur við harmonikutónleiki í hásæti.- Atgongumerki á kr.100 verða seld við dyrnar. Eisini er møguligt at keypa ein góðan duss í Lúkukaféini 🙂 Á veggjabrettunum hongur framsýningin hjá Edith Mørkøre. Hetta er ein konsert við harmonikuspæli á høgum støði so gleði tykkum […]
25.juni Hugnatónar og Kafé í Ribarhúsi
25.juni er Okkarahús opið frá kl. 12 – 17.15 Piddasahandil við sínum góða úrvali av heimavirkaðum. Ribarhús við framsýningini hjá Edith Mørkøre. Og Lúkukaffi við einum góðum dussi 🙂 Frá kl. 15 til kl. 17 spæla tær báðar systrarnar hugnatónar Monika á violin og Andrea á klaver . Vit gleða okkum og øll eru hjartaliga […]
Edith Mørkøre í Ribarhúsi í juni
Myndaevnini sum hon sýnir fram eru ymisk og umfata: – Skurðprent av staðsetingum í Føroyum. – Prent við íblástri úr Føroysku náttúruni. – Monotypiir har arbeitt hevur verði við vøkstri og tilfari úr Føroysku náttúruni. Talan er um eina søluframsýning har keyparirnir hava møguleika at fáa verkini við sær í hondina beinanvegin… “Hvønn Hósdag er […]
– er tað tíni mynd, vit leita eftir?
Um undirtøka er fyri tí, er ætlanin at skipa fyri serligari framsýning í Ribarhúsi frá 30. juni til 28. juli við foto-myndum, har yvirskriftin er: ”OKKARA ELSKAÐA LEIRVÍKSFJALL” – Leirvíksfjall í ljósi, myrkri, toku, regni, sól, mánalýsi, kava, ja, í øllum veðri, allar árstíðir og úr øllum vinklum. Vit síggja ofta eina rúgvu av løtumyndum […]
Serbreytin á Miðnámi í Ribarhúsi
Hesa vikuna – frá mánadegnum 23.mai og til mánadagin 30. mai hava næmingar á Sernámi framsýning í Ribarhúsi. Framsýningin er fjølbroytt, tekningar, parafrasir, prent, perlur broderí og Fab-lab lutir. Har er eisini okkurt sum er til sølu. Opið er má, tý, mi og fr.dagin 15-17:30 og leygardagin 11-13. Vælkomin 🙂
Kvøldskúlaframsýning í Ribarhúsi
Hesar dagarnar – frá hósdegnum 21. apríl til og við mánadegi 25. apríl – eru tað “næmingar” í Fuglafjarðar Kvøldskúla sum lýsa upp í Ribarhúsi – Sera áhugavert at síggja hvussu hendur og hugflog kunnu gera ein langan myrkan vetur áhugaverdan og kreativan at koma ígjøgnum 🙂 Takk til Kvøldskúlan fyri at brúka Ribarhús til […]
Bjørg og Hervør Sabina í Ribarhúsi
Fríggjadagin 8.apríl 2022 lata Bjørg D. í Djónastovu og Hervør Sabina á Torkilsheyggi upp framsýning. Fernisering er fríggjadagin 8. apríl kl 17.00 Lena Anderssen framførir Øll eru vælkomin inn á gólvið. Vit gleða okkum at síggja tykkum Framsýningin er opin til 20. apríl
Fernisering í Ribarhúsi hósdagin kl.16
Til setanina og ferniseringina nú hósdagin 17. mars kl 16.00 í Ribarhúsi, heldur Jastrid Á Dalbø úr Fuglafirði røðu og okkara egna luttakandi listafólk Ása Helena Brynjarsdóttir framførur 2 løg… “Dyrnar standa opnar til kl 20.00 17. mars” Øll eru hjartaliga vælkomin til eina áhugaverda og hugnaliga fernisering… Og ikki minst eina spennandi og villa […]