Vælkomin til framsýningina ”OKKARA ELSKAÐA LEIRVÍKSFJALL”

Deil

 

Fotoframsýningin hongur á gomlu veggjabrettunum frá 1. juli – á Varmakeldu – til 27. juli 202

Á framsýningini  síggja tit myndir av Leirvíksfjalli ella Ritafjalli  – tiknar úr ymsum vinklum í Fuglafirði og her rundanum. – Heilt ótrúligt, hvussu skapanarverkið hvønn dag sjálvt málar umhvørvið hjá okkum við egnum litum ….sama fjall …sama útsýni, sum vit hava, dag út og dag inn …men ikki ein dagur ella løta er akkurát líka…Hvat er tað ikki fantastiskt at búgva í tílíkum umhvørvi og dagliga at kunna njóta hetta púra gratis.Hendan framsýningin kann vera við til at lata eygu okkara upp fyri vakurleikanum vit dagliga eru partur av. Takk fyri tit 😊

Vit í Ribarhúsbólkinum tilskilaðu okkum rætt til at gera myndirnar størri, at prenta tær á trivaligt pappír og at seta `passepartout’ rundanum.

Føroyaprent og Litbrigdi hava gjørt eitt gott arbeiði og verið til stóra hjálp.

Myndirnar eru til sølu – fyri kr. 380 pr. stk.  Hetta er fyri útreiðslur av prenting, paspartouum  o.s.fr. Eitt møguligt avlop fer til húsið 😉

Ynskja tit at keypa, so kunnu myndirnar gjaldast við kassan í Piddasahandli við korti ella kontant. – Tit fáa myndirnar, tá ið framsýningin er liðug síðst í juli.  Minnist til at seta reyðan prikk við myndina OG at skriva navn og tlf. nr. og nummar á mynd/myndum í Ribarhúsbókina.

Bara eitt eintak er gjørt av hvørjari mynd.

Meðan Varmakeldan er, ber til at koma inn á gólvið og til stuttleikar atkvøða um, hvør mynd

”í tínum eygum” er tann besta.

Myndirnar eru nummereraðar, eingi nøvn eru á myndunum fyrr enn eftir sunnudagin.

Tit skriva bara nummarið á tykkara ”favoritt mynd” á ein lítlan seðil úr kurvini og leggja hann í krukkuna.

Tit kunnu atkvøða til sunnudagin kl. 16.

Myndin við flest atkvøðum  fær ein vinning frá húsinum.

Við á framsýningini er eisini ein sera áhugaverd 120 ára gomul koltekning, sum PMP eigur

Hesa myndina hevur Christin Holm Isaksen – eisini nevndur Kristin í Geil – gjørt umleið ár 1900 eftir eini fotomynd hjá Johs. Klein, sum var ein av fotografunum hjá geodætunum, sum kortløgdu Føroyar beint um aldarmótið 1800/1900. Kristin í Geil málaði eisini gomlu altartalvuna í Fuglafjarðar Kirkju, sum Gamli Sámal Petur gav kirkjuni. Myndevnið er “Jesus, sum vitjar Martu og Mariu í Betania”. Hendan altartalvan hongur nú í kirkjukjallaranum í Fuglafirði.

Koltekningin av Leirvíksfjalli er 29 cm x 40 cm stór, og Gamli Sámal Petur fekk hana teknaða umleið ár 1900.

Myndin hoyrir til í gomlu steinhúsunum hjá Gamla Sámal Peturi.

Skipið longst til høgru er fyrsta skip heimahoyrandi í Fuglafirði í nýggjari tíð – nevniliga skonnartin “Florence” hjá Gamla Sámal Peturi. Sámal Petur keypti hana úr Bretlandi í 1892. Skonnartin var upprunaliga bygd í 1861 til greivan George Goldolphin Osborne, Duke of Leeds, so hetta var ikki hissini skip. Tað sigst, at har var so nógv av dýrabærum innbúgvi umborð, at Sámal Petur fekk pening til eina slupp afturat, tá ið hann seldi hetta inbúgvið á uppboði. Helst eru onkur av hinum skipunum á myndini sluppir hjá Sámal Peturi.

“Florence” varð – 29. Mars 1902 – ásigld av Havnar-sluppini “Saltaire” og sakk. Øll manningin var tó bjargað.

Les onnur tíðindi