Tíðindi

Frits í Ribarhúsi við vatnlitaframsýning sum letur upp mánadagin 26.okt kl.16

Endiliga aftur okkurt forkunnugt á gomlu brettunum  –  mánadagin 26. okt  kl. 16.00  letur okkara Frits vatnlitaframsýning upp í Ribarhúsi Framsýningin er opin til 25. novembur. Myndirnar eru úr hansara egna hugaheimi á ymsan hátt, har penslabørnini  fara um gluggar, karmar, hálvar skjøldrar, næmingar, teldur, fólk, steinar, andlit o. s. fr. Frits heilsar øllum hjartaliga […]

hugnaligi gamli handilin opin aftur sum vanligt – og er so avgjørt eina vitjan verdur.

Ja so er Piddasahandil opin aftur  sum vanligt –  mán. til frí. millum kl. 15 til 17.30 og ley. millum 11 og 14. Og  handilin er á tremur við nógvum, góðum, lekkrum heimagjørdum bæði til børn og vaksin –  ein hugnaligur gamal handil í tveimum hæddum sum so avgjørt er eina vitjan verdur.   Húsið […]

Vígdis Sigmundsdóttir í Ribarhúsi

Sunnudagin 26.juli kl. 16 letur hon upp myndasýning í Ribarhúsi. Vígdis hevur listarliga ferðast innan mong skapandi øki, og róð upp undir flytingar frá tí natúrliga til tað ekspressiva og poetiska. Nú er hon farin inn á ein annan bás – “Collage Mixed Media”, har ymisk evni verða brúkt til at forma myndirnar við t.d. […]

Helena Kjeld letur upp framsýning sunnudagin 12. juli kl. 16

Helena Kjeld letur upp mynda- og málningaframsýning í Ribarhúsi sunnudagin, 12. juli kl 16:00. Helena er dóttir Fridrikku og Høgna Kjeld. Hon er uppvaksin úti í Rossagerði í Fuglafirði í einum vøkrum umhvørvi. Abbi hennara í faðir legg Jóhan Kjeld og langabbin Jacob Kjeld vóru stak góðir teknarar. Helena hevur gingið á Cambridge school of […]

Vælkomin í Piddasahandil og Ribarhús – heimavirkað og list

Í Piddasahandli er nógv lekkurt heimavirkað til keyps- Opið er mán. til frí. kl. 15 til 17.30 og ley. kl. 11 til 14. Spennandi málningarnir hjá Marjuni hanga á gomlu brettunum í Ribarhúsi til 9.juli- so tit náa tað enn 🙂 Vit minnast til – at gott handreinføri og frástøða minka alvorliga um smittuvanda – […]

Marjun í Lambanum í Ribarhúsi

Marjun letur upp málningaframsýning leygardagin, 27. juni kl 16 – og øll hjartaliga vælkomin til ferniseringina 🙂 Marjun er ættað úr Norðagøtu og er gift við fuglfirðinginum Samson í Lambanum og eiga tey 4 deilig børn: Fritleif, Sonja, Ragna og Jákup. Tað skemtiliga og tað listaliga eigur dagin og løtuna. Hennara penslabørn eru komin væl […]

“Nýtt uppá stokkarnar” hesaferð tó nýtt við hekklinálini :) leygardagin 27.juni fara vit at hekkla ommupuntar.

Ein fínur máti at byrjað summarfrítíðina ! Eftir kl. 10, verður byrjað í Noðastovu – nýggja heimliga tóhandlinum á havnarlagnum, við tógv og hekklinál  og vegleiðing til dagsins uppgávu. Og sjálvandi kaffi við føroyskum ísi afturvið. Dugnaligi undirvísarin setir okkum í gongd við uppgávuna út frá einari grunduppskrift, men tað er frítt at seta egnan […]

13. juni er aftur “Nýtt upp á stokkarnar” á Ribarslofti – hesaferð “Entrelac-binding”

Og aftur hesaferð er nógv við í prísinum – Í Noðastovu tógv og stokkar, kaffi og vegleiðing til dagsins uppgávu, dussar á Ribarslofti meðan tit stokkast. Máltíð á middegi, vitjan á Fjord við kaffi og føroyskari sjokolátu. Og har afturat  verða eisini stundir at leggja frá sær og fara út at forvitnast eitt sindur í […]

Summartónar í Ribarhúsi – mánadagin 15. juni kl. 19.30

Sum part av Summartónum, fara tey bæði, Monika Stauss Joensen, violin og Ólavur Jakobsen, gittar, at spæla konsert í Ribarhúsi mándagin 15. juni kl. 19.30 Tey bæði hava saman framført víða um. Tvær stórar konsertferðir í U.S.A. í 2005 og aftur í 2016, har ið tey vóru gestir hjá ungverska dirigentinum Frederic Balazc, sála. Tey […]

…framsýning sum er verd at vitja!

í gjár, 1.juni lat Jórunn D. upp eina framsýning í Ribarhúsi og rættiliga fitt av fólki kom á gátt. Haldi at hetta sum Kára S skrivaði á sínum FB vanga í gjárskvøldið er so lívsjáttandi, fitt og positivt: Í dag lat fantastiska listakvinnan Jórunn Dánjalsdóttir( í miðjuni) upp, framsýnig í Ribarhúsi í Fuglafirði og tað […]