Tíðindi
Hesa mást tú eiga
Ein sera snøgg plakat sum fæst til keyps í Piddasahandli – tvær støddir – tann størra fyri kr. 300,- hin fyri kr. 200,-
Vælkomin við
til tiltak í Miðstaðarlundini (Central Park) í Fuglafirði – í morgin, mánadagin 24.juni í samband við at málningaframsýningar lata upp á seks ymiskum støðum í býnum… sí skrá niðanfyri her.
Arkitektar í Ribarhúsi
Fríggjadagin, 14. juni kl. 17:00 opnaði ein forkunnug framsýning við framløgu – í Ribarhúsi. Arkitektarnir, Niels Midjord, Jákup Pauli Johannesen, Eyðun Eliasen og Rúni Abrahamsen høvdu framløgu og frásøgn um okkurt av verkum teir hava teknað. Tekningarnar vóru til skjals á vegginum, og verða hangandi har til 23. juni.
Søguligar og ørvísi framsýningar – 50 ár
Í ár, feira vit at tað eru 50 ár síðani fyrstu Varmakeldumálningaframsýningina í fimleikarhøll skúlans. Í juni hava verið og eru tvær spennandi og ørvísi framsýningar á skránni og mánaðarskifti juni/ juli verður so tað“stóra brakið” við nógvum listafólkum sum hava tað í felag, at tey antin eru slektaði hiðani, ella á annan hátt hava […]
Málningaframsýningin á Varmakeldu fimmti ár í ár.
Tað verða teir gomlu – teir fyrstu listamenninir í Fuglafirði: Símun Olivur Johannesen, Kristjan Hansen- Kristjan hjá Benadikt, Kristjan Vígdá, Valdemar Djurhuus, Símun Pauli(Poll) Øre og Hans J. Hansen, yngri á Brúnni, sum eru við í hesi fyrstu framsýningini. Henda sýningin er eins og ein lunnbót til fleiri aðrar sýningar, sum fara at verða í […]
Bókin “Frits” fæst til keyps í Piddasahandli
Nýggja bókin við málningum hjá Frits Johannesen, sum Sprotin gav út í samband við 75 ára føðingardagin hjá listamanninum fæst í Piddasahandli.
Ása F. Petersen í Ribarhúsi
Í morgin – fríggjadagin 24. mai kl. 10.30 – letur Ása F. Petersen upp søluframsýning. Hendan framsýningin er mai mánaða út og er opin mán til frí kl.15 til 17. 30 og ley. kl. 11. til 14.