Vøkur yrking -Varmakeldu-framsýningin fimmti ár.

Deil

Petur Martin Petersen hevur skrivað hesa vøkru yrking um tveir av okkara frægu, eldru listamonnum.

Poll hjá Øra og Kristian hjá Benadikt á 50-ára listarfelagsstevnu 29.06.2019 Á Bakka búgva fróðir menn, eg fari tveir at nevna, teir gjørdu listabrøgd í senn, við tí teir mundu evna.

Í Geil sat Poll og sá til seyð, hann hevði handan fjallið,
har hann mong spor í haga steyg á sínum lívsins palli.
Hans ríku evnir rukku langt, imillum hond og huga, har han við hegni skapti mangt, sum fá av okkum duga.

Hann evnaði úr grót og flag, í smáum hús sum vóru,
so eftirgerð er til í dag, av bygningum, sum fóru.
Og millum seyð, sum heima stóð, hann sat í hugnaskoti
har hond hans telgdi skip so góð, sum fyrr her høvdu flotið.

Hann brævskúla í tekning fekk, so landslag hann fekk laga
á skissu lendið, har hann gekk til seyð sín burt í haga.
Hann las í bók um annað mangt og lærdi lut at gera,
so rættur hann og ikki rangt úr hond hans skuldi vera.

Har Tróndargøta niðan fer mót Bakkaveg mót Enni,
har bú enn er, sum okkum ber eitt annað roysnismenni.
Her Kristian átti heim sítt kært, her fjálgt var millum veggja,
her fekk frá faðir mangt hann lært, sum lívsleið mundi leggja.

Hann maður var ímillum menn, sum húsahandverk dugdu,
sum tóku siðir upp í senn, sum teirra handverk studdu,
Hann skapti tíðliga listaverk úr sementi og úr sandi,
sum eftir stóðu stinn og sterk, í ymsum tíðarblandi.

Hann tíðliga fekk sær fototól og fór at fot’grafera
og fekk sær fotorúm og stól, har mynd hann kundi gera.
Hann lærdi seg at seta lit á svartar fotomyndir,
so litspæl teirra yvir vit fekk ælabogans lindir.

Hann lærdi seg at tekna við og tókst so við at mála,
so myndagerð á mongum stig bleiv til í hansar skála.
Í Kristiani vit áttu mann, sum loysn oss gav so manga,
sum list til okkum alra fann, sum sæst enn, hvar vit ganga.

Teir farnir eru um tað hvarv, har øll vit skulu fara,
men eftir eiga vit ein arv – ein gyltan minnisvarða.
Ja, báðir livdu somu tíð, Har listin ei var vinna,
men báðir megnaðu tað stríð, á listarveg at finna.

Ja, Poll og Kristian liva nú, nú listafelag rundar,
ta hálvu øld í lívsins súð, har teirra brá ei blundar.

pmp

Les onnur tíðindi