Tíðindi

Edith Mørkøre í Ribarhúsi við PRENTVIKUM – hesaferð við KLÆÐISPRENT

Í samband við PRENT VIKURNAR í Fuglafirði í døgunum frá 24. mars til og við 14. apríl, verður í ár varpað ljós á KLÆÐISPRENT. Tá ið framsýningin letur upp fríggjadagin 24. mars bjóðar Edith kaffi/te og gott til góman frá kl. 13.00 til kl. 16.00.  Øll eru vælkomin inn á gólvið og bjóði endiliga øðrum […]

Ribarhús 20.-22. apríl: Fleirfalt STØKK-UPP

Í døgunum 20.-22. apríl 2023. Tað verða fleiri handlar, fyritøkur og einstaklingar, sum koma at hava sølustøð runt um í húsinum hesar dagarnar, meðan Bindifestivalur er í býnum. ØLL eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvi her. – tað er ókeypis at koma inn !!  Piddasahandil – okkara heimavirkishandil er sjálvandi eisini við, og […]

Miriam Poulsen í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp leygardagin 25. februar kl.16 – tá fæst ein kaffimuður og øll eru vælkomin. Miriam er  22 ára gomul og uppvaksin á Sandi. Hon sigur soleiðis um seg sjálva: Mær dámar væl at tekna løtumyndir, tær smáu løturnar í gerandisdegnum. Mín gerandisdagur fer við børnunum í barnagarðinum og frítíðarskúlanum á Sandi, og tað […]

Aðalfundur á Ribarslofti 11. mars 2023

Til allar limir í Fuglafjarðar Heimavirkisfelag Aðalfundur við morgundrekka verður á Ribarslofti leygardagin 11. mars 2023 kl. 11.00 Byrjað verður við morgundrekka FYRIBILS SKRÁ TIL AÐALFUNDIN: Val av fundarstjóra og fundarskrivara Frágreiðing frá farna ári Framløga av grannskoðaðum roknskapi Val av nevnd og tiltakslimum Val av grannskoðara Ásetan av limagjaldi Mál til viðgerðar (uppskot frá […]

Lúkukaffi er opið hósdagar  kl. 11.30 til kl.15.00  

Hósdagin 2. februar letur Lúkan uppaftur við suppu frá kl. 11.30 – og hósdagar fæst eisini ein góður dussur við heimabakaðum afturvið  – Vælkomin

Piddasahandil

 við nýggjum tíðum – opið er frá 1. februar  kl. 13 og 16 mán. til frí. og leyg kl. 11 til 14 Lúkukaffi er opið hósdagar  kl. 11.30 til kl.15.00  

Jacob Fuglø í Ribarhúsi

Í døgunum 1. – 20. februar  hevur Jacob Fuglø, Hvalvík málningaframsýning í Ribarhúsi. Jacob hevur havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi. Tann fyrsta var í 1968, og síðani tá hevur hann havt framsýningar bæði í Danmark og Føroyum eisini. Á framsýningini eru 25 málningar bæði náttúru og abstrakt motivir. Framsýningin hongur uppi til […]

Sámal Toftanes í Ribarhúsi

Í morgin, sunnudagin 11. desember klokkan 16.00, letur Sámal Toftanes upp málningaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði. Við á framsýningini eru umleið 20 málningar. Til ferniseringina fer Bárður at framføra okkurt lag, og ein góður drekkamunnur verður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin er opin allan desember. Opið er mánadag til fríggjadag kl. 15.00 – […]

Jólasølumarknaður og nógv annað gott

Jólakonsert

Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂