TÍÐINDI
Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14
Summartónar í Ribarhúsi – týsdagin 5. aug kl. 17- konsert við “Neytakonum” –
AMEMA kvartettin í Ribarhúsi 26.juli kl. 16 við ókeypis konsert
Summartónar í Ribarhúsi -Andras Atlason – sang, klaver – 25.juli kl 16 – ókeypis konsert
“OG fugfirðingar spældu á nýggja flyglið í Ribarhúsi á Varmakeldu” :)
Varmakeldan 2025 í Ribarhúsi – heimavirkað – list – tónleikur og hugni

Tummas Jákup Thomsen í Ribarhúsi
Leygardagin 11. januar kl 16:00 letur framsýningin hjá Tummas Jákup Thomsen úr Gøtu upp.
Hann hevur í mong ár fingist við installatiónslist, myndatøku, træskurð o.a.
Var á fyrsta sinni við á Varmakelduframsýningini 1977. Hann hevur síðani 1989 verið við á útvaldum framsýningum og einkarframsýningum (Listasavn Føroya) her heima og uttanlands. Í Danmark á The Scream Borealis 8 Arken Museet For Samtidskunst 95-96 og Færæsk kunst. Den Frie 1999. Í Norra á Edvard Munks Ekely 2000. Í Týsklandi, Kekkia og Usa.
Ferðaframsýning í Norðurlandahøpi(Gisp 2014). Listprýðingar: G! Festival 2003, 2017, Skúlin við Gøtugjógv 2011, Skjólið 2017 Tórshavn og myndprýtt fleiri yrkingasøvn.
Almenn søvn: Norðoya Listafelag, Føroya Fólkaháskúla, Ølgod Kommune, Tórhavnar kommunu og Litsasavn Føroya.
Framsýningin hongur uppi allan januar og er opin tá Piddasahandil er opin.
Les onnur tíðindi