Vælkomin til list og kaffi – vælkomin í hugnaligt, kveikjandi og øðrvísi umhvørvi, nú “Lúkukaffi” letur upp í Ribarhúsi

Deil

Vit byrja s p a k u l i g a – og hósdagin 19. novembur  kl.10.00 til kl. 17.00 fer at bera til at keypa ein góðan drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið ígjøgnum veggjalúkuna í Ribarhúsi fyri fyrstu ferð.

Í morgin verður tað jólabolli v/smør osti og rabarbusyltetoy, súreplaterta v/súrróma,  brownie v/hindber og sjokolátamoussé, kransakøkustykkir, smákøkur og “cookies” – kl. 11.30 ber til at keypa “dagsins suppu v/ breyð – til uppi er 😉

Vælkomin í hugnaligt og kveikjandi umhvørvi – við vatnlitsmyndum hjá Frits á gomlu veggjabrettunum, góðum jólatónleiki undan bjálkunum og við møguleika at keypa okkurt leskiligt úr veggjalúkuni . Eisini ber til at vitjaPiddasahandil – okkara heimavirkishandil í tveimum hæddum, sum hevur opið, við eini rúgvu av góðum og fjálgum jólagávuhugskotum 😉

Fríggjadagin 20. Nov og leygardagin 21.nov.er Lúkukaffi í Ribarhúsi ikki opið.

Opið er aftur sunnudagin 22.novembur í samband við konsert sum er klokkan 16.

Tá er opið kl.15.00 til kl.18.00

Ca. soleiðis fer Lúkukaffi í Ribarhúsi at hava opið til jóla:

Mánadag og týsdag er stongt

Mikudag  kl.14.00 til 17.00

Hósdag  kl.10.00  til 17.00

Fríggjadag kl.14.00  til17.00

Leygardag kl.11.00 til 14.00 ( í smb við tiltøk longri opið)

Sunnudag  opið í smb. við tiltøk

 

Piddasahandil og Ribarhús hava opið sum vanligt.

 

Les onnur tíðindi