TÍÐINDI
Spennandi PRENTVIKUR í Ribarhúsi – í viku 7. 8. og 9. – 12. feb. – 4. mar. 2021
“Lesiringurin Mirjam” á Piddasalofti týskvøldið, 19. januar kl. 20.00
Myndasýning við ungum listafólkum í Ribarhúsi
Jólamyndirnar hjá Suffíu á Ribarslofti.
Soleiðis er Lúkukaffi í Ribarhúsi opið
Vælkomin í jólahúsið í Fuglafirði
Selma Ellingsgaard í Ribarhúsi
Konsert – vatnlitsmyndir hjá Frits – Lúkukaffi – Piddasahandil opið frá kl. 15.00

Vígdis Sigmundsdóttir í Ribarhúsi
Sunnudagin 26.juli kl. 16 letur hon upp myndasýning í Ribarhúsi. Vígdis hevur listarliga ferðast innan mong skapandi øki, og róð upp undir flytingar frá tí natúrliga til tað ekspressiva og poetiska.
Nú er hon farin inn á ein annan bás – “Collage Mixed Media”, har ymisk evni verða brúkt til at forma myndirnar við t.d. toyrestir, pappír, træ og ymist annað.
Fleiri myndir hennara eru eisini klipp úr føgrum litaðum pappíri.
Hon hevur havt framsýningar ymsastaðni í Føroyum og eisini uttanlands.
Seinast hon sýndi fram í Ribarhúsi var í 2006.
Tað var pápi hennara, Sigmund Petersen, sum í 1955 og 1960 gjørdi leiktjøldini til sjónleikin “Hjá Dalabóndum”og “Systrarnar á Kinn”.
Hesir leikir vóru spældir í dansistovuni í Fuglafirð og tað eru fólk í bygdini enn tann dag í dag, ið minnast til hesa føgru myndagerð.
Nú er tað so dóttirin, ið skal vísa fram síni “tjøld”.
Framsýningin hongur uppi til leygardagin 8. august og er opin tá Piddasahandil er opin, gerandisdagar kl. 15 – 17.30 og leygardagar kl. 11 – 14
Les onnur tíðindi