Tíðindi

Jørgen Olsen í Ribarhúsi

Fersering verður hóskvøldi 7. mai kl 20 og øll eru hjartaliga vælkomin – Leygardagin 9.mai er opið til kl. 17 – annars ber til at vitja framsýningina gerandisdagar tá handilin og Kunningarstovan hava opið – Til hesa framsýningina, verður stílurin eitt sindur blandaður, nakað av tí sum hann vanliga plagar at  gera, tó við ørvísi […]

Aðalfundur Fuglafjarðar Heimavirkisfelag – 9. mars kl. 19.30 – í Ribarhúsi

Fuglafjarðar Heimavirkisfelag Aðalfundur 2026 og hugnaløta við góðum drekkamunni verður í Ribarhúsi mánakv. 9. mars klokkan 19.30 byrja verður við aðalfundinum Skrá: Vælkomin – kaffimuður Val av fundarstjóra og fundarskrivara. Roknskapur framlagdur Frágreiðing – árið sum fór .. Innkomin uppskot Val av nevndarlimum Ymist NEVNDIN vælkomin at senda uppskot til heimavirk@gmail.com

Konsertin er útsett !!- konsert í Ribarhúsi við Jacobinu Ellingsgaard og bólki.

!! Konsertin er útsett !! Leygarkvøldið 21 mars verður konsert við Jakobinu Ellingsgaard í Ribarhúsi. Við sær hevur Jakobina bólk,  mannaðaðan av Fróða Vestergaard og Páll Holm Lave,- eisini eru  kendir frá bólkinum Deiggj. Jakobina, Páll og Fróðu  vóru eisini øll trý við í útisetabólkinum “Flytifuglar” í seinnu helvt av 80´unum. Í 2024 útgav Jakobina […]

Gott nýggjár – vit síggjast

Nú vit eru komin gott og væl inn í 2026 – skulu vit boða frá at Ribarhúsi – handilin, gallaríið og Kunningarstovan eru stongd allan januar. Vit rudda vaska og gera í stand. Opið er aftur fyrst í februar, tá eisini ein nýggj listaframsýning er á gomlu nýmálaðu veggjabrettunum í gallarínum. Meir um tað seinni. […]

Erna Luðvíks í Ribarhúsi – fernisering er týsdagin 28. okt kl. 17 – øll eru hjartaliga vælkomin :)

Erna Luðvíks er íslendsk og hevur  nú í nakrar vikur ferðast/búð í Fuglafirði.  Tann 11. oktobur hevði hon eitt málningaskeið við børnum á Ribarslofti – málningarnir sum børnini gjørdu tann dagin eru við á framsýningini. Fernisering verður týsdagin kl. 17 har øll eru hjartaliga vælkomin – Erna sigur nøkur orð og Sólrun syngur – okkurt […]

Heystframsýning í Ribarhúsi –

Fitt heystframsýning letur upp í Ribarhúsi fríggjadagin 10. oktobur og hongur uppi til 18. oktobur. – Tað eru børnini á dagstovnunum í Fuglafirði, sum eiga listarverkini sum vera sýnd fram. So allar dagarnar í  heysfrítíðini hava tit møguleika at vitja Ribarhús og síggja hesa fittu framsýningina, sum børnini í Fuglafirði eiga 🙂 Leygardagin 11. okt […]

Ribarsloft: týsdagar í vetur kl. 10 til 12 er kafé fyri kvinnur 60+

Fyrstu ferð 16. sept – Allar kvinnur 60+ eru hjartliga vælkomnar til hugna, kaffiduss og prát – og vælkomnar at hava handarbeið við 🙂  

Mentanardagar 2025 í Ribarhúsi.

Í samband við Mentanardagarnar í Fuglafirði í ár, fer Heðin Kambsdal at príða veggjabrettini í Gallarínum – og málningarnir hanga meðinpartin av septembur. Fernisering er hóskvøldið 4.septembur kl. 20 til 22 Leila bjóðar vælkomin Jastrid á Dalbø heldur røðu Jón Eliassen spælir flygel Á borðinum okkurt lætt og leskiligt. Veri hjartaliga vælkomin – Sjálvandi eru […]

Elsa Heinesen í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp  hósdagin 7. august. klokkan 16. – øll er hjartaliga vælkomin  Elsa Heinesen er úr Klaksvík og býr í Danmark Hon sýnir fram akryl málningar og akvarell myndir á hesari framsýningini. Listaverkini hanga á gomlu veggjabrettunum  í Ribarhúsi allan august mánað.  Hon hevur eina FB síðu sum eitur “Elsa Heinesen Art” – har […]

Mammukafé í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11 til 14

Mammukafé verður aftur í Ribarhúsi fríggjadagin 1.aug kl. 11.00-14.00 Her eru øll vælkomin til prát og hugna – eisini tilstundandi mammur, pápar, ommur, fastrar, gummur og øll hini 🙂  Í Lúkuni kann keypast ein góð máltíð, og ein góður dussur við onkrum søtum afturvið ☕️🍰 Her er gott at  koma við barnavogni tvær fittligar terassur […]