Tíðindi

Violin-næmingakonsert týskvøldið 16. februar kl. 19
Øll eru vælkomin og í samband við konsertina er opin Lúkukafé har tú kanst keypa tær okkurt leskiligt afturvið einum góðum drekkamunni

Edith Mørkøre í Ribarhúsi við ymiskari grafikklist 12. feb – 4. mars
Framsýningin letur upp fríggjadagin 12. Februar kl 15.00. Edith er til staðar frá kl 15.00 til 17.30 til prát um verkini, grafikktøkni, verkstovurnar, útgerð og vørurnar sum LITBRIGDI umboðar. ØLL ERU VÆLKOMIN INN Á GÓLVIÐ. Møguleiki er at keypa kaffi og okkurt gott í Kaffilúkuni í Gallarínum. Framsýningin er opin gerðandisdagar frá kl 15.00 til […]

“Lesiringurin Mirjam” á Ribarslofti týskvøldið 9.februar kl. 20
Nú er tað bókin RAHAB, sum verður gjøgnumgingin. Týskvøldið 9. februar hittist lesiringurin so aftur at lesa úr og at tosa saman um bókina RAHAB. Lesiringakvøldini eru ókeypis, og allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar at vera við. Tær nýtist ikki at hava lisið bókina. Og bøkurnar, sum verða gjøgnumgingnar lesiringakvøldini, fáast til keyps ella til […]

Spennandi PRENTVIKUR í Ribarhúsi – í viku 7. 8. og 9. – 12. feb. – 4. mar. 2021
Vika 7. 8. og 9. Framsýning í Ribarhúsi við ymiskari grafikklist hjá Edith Mørkøre. Frasmsýningin letur upp fríggjadagin 12. Februar kl 15.00. Edith er til staðar frá kl 15.00 til 17.30 til prát um verkini, grafikktøkni, verkstovurnar, útgerð og vørurnar sum LITBRIGDI umboðar. ØLL ERU VÆLKOMIN INN Á GÓLVIÐ. Møguleiki er at keypa kaffi og […]

Myndasýning við ungum listafólkum í Ribarhúsi
Sunnudagin,10. januar kl 16:00 letur upp ein myndasýning í Ribarhúsi við ungum listafólkum. Hetta er fyrsta framsýning í Ribarhúsi í ár og ein spennandi byrjan uppá 2021. Jú, hvussu tann listaligi inn- og útsúðurin fer at hátta sær, tá ið tað kemur til eystfall og vestfall, er ringt at meta um. Tað er altíð munur […]

Jólamyndirnar hjá Suffíu á Ribarslofti.
Leygardagin 5. desember frá kl. 11-14 verður bókaframløga av bókini ‘Fyrstu jólini’, sum kom út herfyri. við jólamyndum, sum Suffía Nón hevur gjørt fyri Posta. Her verður eisini møguleiki fyri at keypa jólabókina, jólakort og jólamerkir, og samtíðis fáa bókina signeraða inntil kl.12. Um hugur er til tess, ber til at skriva jólakortini í hugnaliga […]

Selma Ellingsgaard í Ribarhúsi
Leygardagin, 28. novembur, kl. 17:00, letur hon upp sína framsýning. Framsýningin hongur uppi til 31. desembur, og tilber at síggja framsýningina tá Piddasahandil og Ribarhús hava opið. Selma er av á Eiði og ættarbond eru eisini til Fuglafjarðar. Omman í faðirætt var úr Fuglafirði og giftist til Eiðis. Eisini ein abbabeiggi av Eiði, í faðirætt, […]