Tíðindi

Bjørg og Hervør Sabina í Ribarhúsi

Fríggjadagin 8.apríl  2022 lata  Bjørg D. í Djónastovu og Hervør Sabina á Torkilsheyggi upp  framsýning. Fernisering er fríggjadagin 8. apríl kl 17.00 Lena Anderssen framførir  Øll eru vælkomin inn á gólvið. Vit gleða okkum at síggja tykkum  Framsýningin er opin til 20. apríl

Fernisering í Ribarhúsi hósdagin kl.16

Til setanina og ferniseringina nú hósdagin 17. mars kl 16.00 í Ribarhúsi, heldur Jastrid Á Dalbø úr Fuglafirði røðu og okkara egna luttakandi listafólk Ása Helena Brynjarsdóttir framførur 2 løg… “Dyrnar standa opnar til kl 20.00 17. mars” Øll eru hjartaliga vælkomin til eina áhugaverda og hugnaliga fernisering… Og ikki minst eina spennandi og villa […]

Prentvikur á Ribarslofti

Á Ribarhúsloftinum eru ymiskar verkstovur hvørja viku, har bæði roynd og óroynd kunna luttaka. Alt stendur klárt til luttakararnar, tá ið teir koma á verkstovuna. Tilfarið,  sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi. Verk­stovurnar vera tillagaðar luttakarunum. Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum. Mánadagin 21. mars  og týsdagin 22. mars  eru […]

PRENTVERK í Ribarhúsi

Frá 17. mars til 6. apríl er Ribarhús  á øðrum sinni karmur um prentvikur, sum seta grafikk, tilfar og tøkni í brennidepilin. Skráin í ár er serliga spennandi, tí hon fevnir um framsýningina ”PRENT VERK´22”, har heili 23 grafikklistafólk sýna fram prent. Endamálið við “PRENT VERK” er at varpa ljós á og fagna tí fjølbroytni, […]

Lidt kongelig har man vel lov til at være –

16.juli í 2021- ca eitt hálvt ár síðan, í fagrastu grønu  summartíð, høvdu vit tað stóru æru at hava Drotning Margrethu á vitjan bæði  í Piddasahandli og í Ribarhúsi. Hon kann í dag 14.január 2022, rættiliga friðarliga hátíðarhalda – “50 ár sum regentur,”  – Stuttligt og ein æra, at hava havt hana inni á gólvinum […]

Bjartur fríggjadagur Ljós Advent

Um alt landið verður lýst við Svørtum fríggjadegi ella Black Friday og summastaðnis við fleiri døgum ella heilari viku. Lagt verður upp til kø-tilboð og kassa-køir. Handils- og cafélívið í Fuglafirði hevur valt ein annan leist. Handlarnir hava eisini nógv góð tilboð, men hava valt at kalla dagin ‘Bjartur fríggjadagur’, tí hvørki Black ella svart […]

Fitt jólakonsert – Monika og violin næmingar

Hóskvøldið 25. novembur kl. 19 – í Ribarhúsi – har eisini Anette Sonne hevur søluframsýning við náttúrumyndum og dekoratiónum  í hesum døgum. Í Lúkukaffi ber til at keypa ein duss við onkrum góðum afturvið og Piddasahandil er opin. Vælkomin 🙂 Vit minna á koronatilmælini <3

Anette Sonne í Ribarhúsi

Anette Sonne,  er útbúgvin blómu- og vindeyga-dekoratørur. Í dag arbeiðir hon sum freelance-dekoratør og lærari. Hon var í nógv ár medeigari av blómubúðini Orkis á Glyvrum. Hennara uppgávur sum freelance dekoratør eru ymiskar, men allar hava íblástur av blómum og náttúru. Við á framsýningini í Ribarhúsi eru myndaplakatir við blómum og plantum og prýði/dekoratiónir sum […]

Leygardagsloppur – Lúkudussur – Listaframsýning og lekkurt heimavirkað

Vælkomin í “OKKARAHÙS” leygardagin 9. oktobur – har er opið hús frá kl. 11 til kl. 17

Laila Nikolajsen í Ribarhúsi

Ferniseringin verður hósdagin 7.oktober kl. 17.00-19.00, har Laila hugleiðir um sína list. Her verður møguleiki at hitta listakvinnuna, umframt at fáa sær okkurt gott til góman. Talan er um eina søluframsýning. Listaverkini fara at hanga á gomlu veggjabrettunum í Ribarhúsið frá 7.oktober til 3. november 2021. Opið er mánadag til fríggjadag kl.15.00 – 17.30 og […]