Tíðindi

“Støkk inn matstova” v/Leif Sørensen í Ribarhúsi
“Støkk inn” matstova verður í Ribarhúsi fríggjadagin 3. sept. kl. 17 til 23 leygardagin 4.sept. kl. 17 til 23 og sunnudagin 5.sept. kl. 17 til 21. Tað er Leif Sørensen, sum allar Mentanardagarnar borðreiðir við leskiligum og skjótum smárættum, “a la tapas” fyri 60kr stk. og góðum víni ella djúsi afturvið. Kom inn í Riberhús […]

Ingi Joensen og Rógvi Odvørson við fotolist í Ribarhúsi
Hósdagin 2. sept. kl. 17 – 19, tá framsýningin letur upp verða teir báðir til staðar. Bárður og Magni á Lakjuni fara at framføra nakrar sangir og man kann keypa kaffi/te og okkurt afturvið í Lúkuni. Øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin er partur av tiltøkunum í samband við Mentanardagarnar 2021. Myndirnar hjá báðum eru til […]

Jacob Fuglø í Ribarhúsi
Frá mánadegnum 2.august verður framsýning í Ribarhúsi við Jacob Fuglø, Hvalvík. Jacob hevur havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi. Tann fyrsta var í 1968, og síðani tá hevur hann havt fleiri framsýningar bæði í Danmark og Føroyum. Á framsýningini vera bæði náttúru og abstrakt motivir. Framsýningin hongur uppi til 23.august – og kann […]

16.07.2021 – Drotningavitjan – Pútuframsýning – Drotningalig listaframsýning – Kongabíbliur – Sumardáamuffins –
Fantastiskt – hetta høvdu vit ongantíð í verðini rokna við – Men Drotningin var eisini inni her… í okkara Piddasahandli – Hon varð móttikin uttanfyri tá hon saman við borgarstjóra og fylgi kom í túni – Hon var bjóða “Vælkomin” og segði: “ Tak og vil de gå foran og vise vej?” so varð hon […]

Hennara Hátign Drotning Margreta II vitjar Fuglafjarðar kommunu komandi fríggjadag 16. juli og millum nógv onnur støð her í býnum vitjar hon eisini Piddasahandil og Ribarhús
Kommunan hevur tilevnað eina áhugaverda og fjølbroytta skrá fyri vitjanina, sum tekur støði í tí jørðildi, Fuglafjørður er kendur fyri, nevnliga vitan, vinnu og mentan….. Frá Miðstaðarlundini fer Drotningin til gongu tann stutta túrin til Ribarhús, har Drotningin kemur inn gjøgnum reyðu hurðina og í Piddasahandli, okkara heimavirkishandli, fær høvi at síggja eina pútuframsýning, við […]

Ellintur Egilstrøð í Ribarhúsi
Framsýningin letur upp hósdagin 22. juli kl 15:00 Benjamin Petersen, syngur og spælir nøkur løg og Meinhard Jensen hugleiðir um myndirnar, heitini á myndunum og um Bob Dylan v.m. Vælkomin á eina ferð við náttúruupplivingum úr Føroyum Stundum í kajakk frásjón, stundum í tyrlu frásjón. Møguliga er frásjónin óbundin. Stundum er myndin týðiligt landslag, stundum […]

Vælkomin í hugnaliga gamla húsið mitt í býnum í Fuglafirði
Opið er í dag, sunnudag 4.juli, frá kl. 15 til kl. 18 Klokkan 16 spæla systrarnar Monika Stauss Joensen á violin og Andrea Stauss Hofmann á klaver – klassiskar hugnatónar í Ribarhúsi – ókeypis atgongd –

Eydna Steinberg í Ribarhúsi
Framsýningin letur upp mikudagin kl. 17… 24 ára gamla listakvinnan Eydna Joensen Steinberg er fødd og uppvaksin á Viðareiði. Hon hevur teknað síðan hon var smágenta, og um 13 ára aldur byrjaði hon eisini at mála. Íblásturin til listina kemur úr ymiskum – bæði hugflognum, føroysku mentanini, náttúruni og útsýninum frá heimbygdini o.ø. Listin er […]