Tíðindi

Eydna Steinberg í Ribarhúsi

Framsýningin  letur upp mikudagin kl. 17… 24 ára gamla listakvinnan Eydna Joensen Steinberg er fødd og uppvaksin á Viðareiði. Hon hevur teknað síðan hon var smágenta, og um 13 ára aldur byrjaði hon eisini at mála. Íblásturin til listina kemur úr ymiskum – bæði hugflognum, føroysku mentanini, náttúruni og útsýninum frá heimbygdini o.ø. Listin er […]

Opið soleiðis –

Ein góðan kaffimunn við  heimabakaðum afturvið og góðari list á veggjabrettunum… Kom ein túr í Ribarhús tá Lúkukaféin er opin

Livar Nysted í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp Leygardagin 22 mai kl 15:00 og er opin báðar Hvítusunnudagarnar kl. 14 til  16 – har Livar er til staðar sjálvur. Seinasta 1/2 árið, hevur Livar arbeitt, fram ímóti hesi framsýningini. Stílur og myndaevni ið vit kenna hann fyri, “ganga aftur”, men so eru eisini verk við, ið heilt bróta frá. Verkini, […]

Anna Mohr í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp í  dag – sunnudag og mammudag 😉  9. mai – kl. 17 til 20 Anna Mohr er uppvaksin í Klaksvík, hon er 42 ár og  hevur frá heilt ungum av elska at veri kreativ.Serliga málningalisin hevur fylt nógv í hennara lívi og hon sigur sjálv at hennara málningar eru hugkveiktir av listafólkum […]

BJØRG list og PINKUDREYMAWELT í Ribarhúsi

Í kvøld mánakvøldið 26. apríl kl. 20 letur framsýningin hjá ungu kreativu kvinnunum – Bjørg í Djónastovu og Theresa K. Jacobsen upp. Benjamin Djurhuus og Maria á Lakjuni  syngja og spæla, tá ið sýningin letur upp. Øll eru vælkomin. Framsýningin hongur uppi til hósdagin 6. mai. Soleiðis sigur Bjørg “ Vit mugu minnast til, at […]

24. og 25. apríl er Ribarhús og Ribarsloft karmur um Kvøldskúlaframsýning og framførslur.

Soleiðis er opið: Leygardagin 24.apríl 11.00 – 18.00 –  kl. 16.30 syngur Barnakórið Sunnudagin 25.apríl  14.00 – 18.00 – kl. 17.00. framføra “Harmonikusamanspæl” Piddasahandil er opin við nógvum góðum tilboðum og í Lúkukaffi fæst okkurt leskiligt afturvið einum góðum kaffimunni 🙂 Hjartaliga vælkomin Sunnudagin kl. 14.00 verður flaggdagshald á torginum við Mentanarhúsið.  Fuglafjarðar hornorkestur spælir […]

Tónaløtur í Ribarhúsi – 22.mai kl. 20 – Herborg Torkilsdóttir

Hendan konsertin er úsett til seinnu helvt av juni –  Vit lýsa nærri um nakrar dagar.  Leygarkvøldið 22. mai kl. 20 verður ein hugnalig konsert við Herborg Torkilsdóttir í Ribarhúsi – ein løta við country/folk tónleiki, sum Herborg hevur skriva útfrá forteljingum frá veruliga lívinum, m.a. kunnu nevnast sangirnir ”Eg uttan teg”, ”Lalala” og ”Are […]

Parkinsonfelagið við upplýsandi hugnaløtu í Ribarhúsi mikudagin 12.mai kl. 18.30

Fólk við parkinson, avvarandi og onnur áhugaði eru sera vælkomin. Á fundinum verður kunning um Parkinson, faklig innlegg, drekkamuður og felagssangur/tónleikur. Á fundunum verður eisini høvið at seta spurningar og at hitta onnur sum hava parkinson. Sunnudagurin 11. april  var  altjóða parkinsondagur og tað er í tí sambandi at Parkinsonfelagið fer at skipað fyri fundum […]

Lesiringa-kvøld á Ribarslofti

Í  kvøld  týskvøld 30. mars kl. 20 er bókin Maria á skránni. Lesiringakvøldini eru ókeypis, og allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar at vera við. Tær nýtist ikki at hava lisið bókina. Og bøkurnar, sum verða gjøgnumgingnar lesiringakvøldini, fáast til keyps ella til láns á staðnum. Ein lítil drekkamunnur er eisini fastur táttur. Síggjast! Tað er […]

Beinta Gaard í Ribarhúsi

Týsdagin 31. mars kl. 16.00 letur ein nýggj framsýning upp í Ribarhúsi. Tað er Beinta Gaard sum sýnir fram sínar myndir. Beinta byrjaði  at mála 2006 og hevur síðan tá, nomið sær íblástur og vitan á  kvøldskúla-skeiðum  hjá m.a. Randi Gunnarsdóttir og Finnleif Mortensen.Og eisini, í fleiri ár, á vár-skeiðum sum danin Birger Møller, fyrrverandi […]