Tíðindi

Sunnudagin 14. mars kl. 16 letur málningaframsýningin “Heðin Kambsdal sjeyti” upp í Ribarhúsi.
Tá framsýningin – ein framsýning við bæði yngri og eldri málningum letur upp, syngur Fuglafjarðar sangkór tveir sangir, Dávur Juul, borgarstjóri heldur røðu og ein góður kaffimuður verður afturvið. Í samband við 70 ára dagin er gjørd ein áhugaverd løriftsmynd við Heðinsa penslastrokum gjøgnum tíðina. Hesa kann man ogna sær, meðan framsýningin hongur uppi. Løriftsmyndin […]

Bókin Batseba er á skránni týskvøldið 9.mars kl. 20 – Lesiringurin Mirjam á Ribarslofti.
Í annakvøld týskvøld 9. mars kl. 20 er bókin Batseba á skránni. Lesiringakvøldini eru ókeypis, og allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar at vera við. Tær nýtist ikki at hava lisið bókina. Og bøkurnar, sum verða gjøgnumgingnar lesiringakvøldini, fáast til keyps ella til láns á staðnum. Ein lítil drekkamunnur er eisini fastur táttur. Síggjast! Mirjam lesiringurin […]

Nú hevur Lúkukaffi opið tríggjar dagar um vikuna – mik og frí frá kl. 15 -17 og hós. frá kl. 11- 17
Altíð hugnaligt … og altíð ein góð framsýning á gomlu veggjabrettunum… Beint nú er tað Edith Mørkøre sum sýnir fram . Piddasahandil er opin og hevur nógv lekkurt heimavirkað á gomlu hillunum. Mikudag/hósdag og fríggjadag fæst ein góður “dussur” og okkurt leskiligt afturvið – Hvønn hósdag er suppa á skránni frá kl. 11.30 – til […]

Lesiringurin Mirjam á Ribarslofti í kvøld 23.feb.kl. 20
Í kvøld er bókin Ruth á skránni. Lesiringakvøldini eru ókeypis, og allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar at vera við. Tær nýtist ikki at hava lisið bókina. Og bøkurnar, sum verða gjøgnumgingnar lesiringakvøldini, fáast til keyps ella til láns á staðnum. Ein lítil drekkamunnur er eisini fastur táttur. Síggjast! Mirjam lesiringurin verður annars á Ribarslofti hesi […]

Violin-næmingakonsert týskvøldið 16. februar kl. 19
Øll eru vælkomin og í samband við konsertina er opin Lúkukafé har tú kanst keypa tær okkurt leskiligt afturvið einum góðum drekkamunni

Edith Mørkøre í Ribarhúsi við ymiskari grafikklist 12. feb – 4. mars
Framsýningin letur upp fríggjadagin 12. Februar kl 15.00. Edith er til staðar frá kl 15.00 til 17.30 til prát um verkini, grafikktøkni, verkstovurnar, útgerð og vørurnar sum LITBRIGDI umboðar. ØLL ERU VÆLKOMIN INN Á GÓLVIÐ. Møguleiki er at keypa kaffi og okkurt gott í Kaffilúkuni í Gallarínum. Framsýningin er opin gerðandisdagar frá kl 15.00 til […]

“Lesiringurin Mirjam” á Ribarslofti týskvøldið 9.februar kl. 20
Nú er tað bókin RAHAB, sum verður gjøgnumgingin. Týskvøldið 9. februar hittist lesiringurin so aftur at lesa úr og at tosa saman um bókina RAHAB. Lesiringakvøldini eru ókeypis, og allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar at vera við. Tær nýtist ikki at hava lisið bókina. Og bøkurnar, sum verða gjøgnumgingnar lesiringakvøldini, fáast til keyps ella til […]

Spennandi PRENTVIKUR í Ribarhúsi – í viku 7. 8. og 9. – 12. feb. – 4. mar. 2021
Vika 7. 8. og 9. Framsýning í Ribarhúsi við ymiskari grafikklist hjá Edith Mørkøre. Frasmsýningin letur upp fríggjadagin 12. Februar kl 15.00. Edith er til staðar frá kl 15.00 til 17.30 til prát um verkini, grafikktøkni, verkstovurnar, útgerð og vørurnar sum LITBRIGDI umboðar. ØLL ERU VÆLKOMIN INN Á GÓLVIÐ. Møguleiki er at keypa kaffi og […]

“Lesiringurin Mirjam” á Piddasalofti týskvøldið, 19. januar kl. 20.00
Hetta er fyrsti av 5 “Lesiringum”, sum í vár vera á Loftskontórinum í Piddasahandli, og tað er Hilda Viderø, sum skipar fyri “Mirjam lesiringunum” ið eisini eru í Tórshavn og í Klaksvík. Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar. Francine Rivers hevur skrivað fimm bøkur um tær fimm kvinnurnar, sum eru nevndar í ættartalvu Jesusar. Páll á […]

Myndasýning við ungum listafólkum í Ribarhúsi
Sunnudagin,10. januar kl 16:00 letur upp ein myndasýning í Ribarhúsi við ungum listafólkum. Hetta er fyrsta framsýning í Ribarhúsi í ár og ein spennandi byrjan uppá 2021. Jú, hvussu tann listaligi inn- og útsúðurin fer at hátta sær, tá ið tað kemur til eystfall og vestfall, er ringt at meta um. Tað er altíð munur […]