Tíðindi

Bjartur fríggjadagur Ljós Advent

Um alt landið verður lýst við Svørtum fríggjadegi ella Black Friday og summastaðnis við fleiri døgum ella heilari viku. Lagt verður upp til kø-tilboð og kassa-køir. Handils- og cafélívið í Fuglafirði hevur valt ein annan leist. Handlarnir hava eisini nógv góð tilboð, men hava valt at kalla dagin ‘Bjartur fríggjadagur’, tí hvørki Black ella svart […]

Fitt jólakonsert – Monika og violin næmingar

Hóskvøldið 25. novembur kl. 19 – í Ribarhúsi – har eisini Anette Sonne hevur søluframsýning við náttúrumyndum og dekoratiónum  í hesum døgum. Í Lúkukaffi ber til at keypa ein duss við onkrum góðum afturvið og Piddasahandil er opin. Vælkomin 🙂 Vit minna á koronatilmælini <3

Anette Sonne í Ribarhúsi

Anette Sonne,  er útbúgvin blómu- og vindeyga-dekoratørur. Í dag arbeiðir hon sum freelance-dekoratør og lærari. Hon var í nógv ár medeigari av blómubúðini Orkis á Glyvrum. Hennara uppgávur sum freelance dekoratør eru ymiskar, men allar hava íblástur av blómum og náttúru. Við á framsýningini í Ribarhúsi eru myndaplakatir við blómum og plantum og prýði/dekoratiónir sum […]

Leygardagsloppur – Lúkudussur – Listaframsýning og lekkurt heimavirkað

Vælkomin í “OKKARAHÙS” leygardagin 9. oktobur – har er opið hús frá kl. 11 til kl. 17

Laila Nikolajsen í Ribarhúsi

Ferniseringin verður hósdagin 7.oktober kl. 17.00-19.00, har Laila hugleiðir um sína list. Her verður møguleiki at hitta listakvinnuna, umframt at fáa sær okkurt gott til góman. Talan er um eina søluframsýning. Listaverkini fara at hanga á gomlu veggjabrettunum í Ribarhúsið frá 7.oktober til 3. november 2021. Opið er mánadag til fríggjadag kl.15.00 – 17.30 og […]

Loppumarknaður á Ribarslofti

Um undirtøka er fyri tí, verður skipa fyri loppumarknaði á Ribarslofti 9.oktobur. Luttøkugjald er kr.150,- Avmarkað pláss – so “først til mølle” er galdandi Melda til á tlf 268690 ring ella sms-að – viðmerk hvat tú hevur at selja    

“Støkk inn matstova” v/Leif Sørensen í Ribarhúsi

“Støkk inn” matstova verður í Ribarhúsi fríggjadagin 3. sept. kl. 17 til 23 leygardagin 4.sept. kl. 17 til 23 og sunnudagin 5.sept. kl. 17 til 21. Tað er Leif Sørensen, sum allar Mentanardagarnar borðreiðir við leskiligum og skjótum smárættum, “a la tapas” fyri 60kr stk. og góðum víni ella djúsi afturvið. Kom inn í Riberhús […]

Ingi Joensen og Rógvi Odvørson við fotolist í Ribarhúsi

Hósdagin 2. sept. kl. 17 – 19, tá framsýningin letur upp verða teir báðir til staðar. Bárður og Magni á Lakjuni fara at framføra nakrar sangir og man kann keypa kaffi/te og okkurt afturvið í Lúkuni. Øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin er partur av tiltøkunum í samband við Mentanar­dagarnar 2021. Myndirnar hjá báðum eru til […]

Okkarahús – Mentanardagar 2021 – Vælkomin –

Heimavirkaðar føroyskar dygdarvørur í Piddasahandli