Tíðindi

Laila Nikolajsen í Ribarhúsi

Ferniseringin verður hósdagin 7.oktober kl. 17.00-19.00, har Laila hugleiðir um sína list. Her verður møguleiki at hitta listakvinnuna, umframt at fáa sær okkurt gott til góman. Talan er um eina søluframsýning. Listaverkini fara at hanga á gomlu veggjabrettunum í Ribarhúsið frá 7.oktober til 3. november 2021. Opið er mánadag til fríggjadag kl.15.00 – 17.30 og […]

Loppumarknaður á Ribarslofti

Um undirtøka er fyri tí, verður skipa fyri loppumarknaði á Ribarslofti 9.oktobur. Luttøkugjald er kr.150,- Avmarkað pláss – so “først til mølle” er galdandi Melda til á tlf 268690 ring ella sms-að – viðmerk hvat tú hevur at selja    

“Støkk inn matstova” v/Leif Sørensen í Ribarhúsi

“Støkk inn” matstova verður í Ribarhúsi fríggjadagin 3. sept. kl. 17 til 23 leygardagin 4.sept. kl. 17 til 23 og sunnudagin 5.sept. kl. 17 til 21. Tað er Leif Sørensen, sum allar Mentanardagarnar borðreiðir við leskiligum og skjótum smárættum, “a la tapas” fyri 60kr stk. og góðum víni ella djúsi afturvið. Kom inn í Riberhús […]

Ingi Joensen og Rógvi Odvørson við fotolist í Ribarhúsi

Hósdagin 2. sept. kl. 17 – 19, tá framsýningin letur upp verða teir báðir til staðar. Bárður og Magni á Lakjuni fara at framføra nakrar sangir og man kann keypa kaffi/te og okkurt afturvið í Lúkuni. Øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin er partur av tiltøkunum í samband við Mentanar­dagarnar 2021. Myndirnar hjá báðum eru til […]

Okkarahús – Mentanardagar 2021 – Vælkomin –

Heimavirkaðar føroyskar dygdarvørur í Piddasahandli

Jacob Fuglø í Ribarhúsi

Frá mánadegnum  2.august verður framsýning í Ribarhúsi við Jacob Fuglø, Hvalvík. Jacob hevur havt fleiri framsýningar í Julianehåb (Qaqortoq) í Grønlandi. Tann fyrsta var í 1968, og síðani tá hevur hann havt fleiri framsýningar bæði í Danmark og Føroyum. Á framsýningini vera bæði náttúru og abstrakt motivir. Framsýningin  hongur uppi til 23.august – og kann […]

16.07.2021 – Drotningavitjan – Pútuframsýning – Drotningalig listaframsýning – Kongabíbliur – Sumardáamuffins –

Fantastiskt – hetta høvdu vit ongantíð í verðini rokna við – Men Drotningin var eisini inni her… í okkara Piddasahandli – Hon varð móttikin uttanfyri tá hon saman við borgarstjóra og fylgi kom í túni – Hon var bjóða “Vælkomin” og  segði: “ Tak og vil de gå foran og vise vej?” so varð hon […]

Hennara Hátign Drotning Margreta II vitjar Fuglafjarðar kommunu komandi fríggjadag 16. juli og millum nógv onnur støð her í býnum vitjar hon eisini Piddasahandil og Ribarhús

Kommunan hevur tilevnað eina áhugaverda og fjølbroytta skrá fyri vitjanina, sum tekur støði í tí jørðildi, Fuglafjørður er kendur fyri, nevnliga vitan, vinnu og mentan….. Frá Miðstaðarlundini fer Drotningin til gongu tann stutta túrin til Ribarhús, har Drotningin kemur inn gjøgnum reyðu hurðina og í  Piddasahandli, okkara heimavirkishandli, fær høvi at síggja eina pútuframsýning, við […]

Ellintur Egilstrøð í Ribarhúsi

Framsýningin letur upp hósdagin 22. juli kl 15:00 Benjamin Petersen, syngur og spælir nøkur løg og Meinhard Jensen hugleiðir um myndirnar, heitini á myndunum og um Bob Dylan v.m. Vælkomin á eina ferð við náttúruupplivingum úr Føroyum Stundum í kajakk frásjón, stundum í tyrlu frásjón. Møguliga er frásjónin óbundin. Stundum er myndin týðiligt landslag, stundum […]