Tíðindi

FORLAGIÐ LEIRKERIÐ í Ribarhúsi við jólasølutiltaki meðan hugfarsligu málningarnir hjá Stellu Z. prýða gomlu veggjabrettini.

Leygardagin 7. des kl. 11-18 og sunnudagin 8. des. kl. 15-19 hevur forlagið Leirkerið jólasølutiltak. Høvi verður at keypa góðar, bíligar føroyskar bøkur – also nógv góð jólagávu hugskot. Eisini verða pakkar við fleiri bókum saman – seldir við sera lágum prísi. Í sambandi við tiltaki verður ein hugnalig løta leygardagin kl. 15.00, har Páll […]

Stella Zachariassen í Ribarhúsi.

Týsdagin 3.des. lat Stella Zachariassen upp málninga-framsýning. Ferniseringin verður sunnudagin 8. december frá kl. 15-18 har ein drekkamunnur við onkrum leskiligum afturvið verður at fáa. Eisini verður møguligt at heilsa uppá listakvinnuna. Málningarnir á framsýningini eru íblástur úr føroysku náttúruni, mentanini og eldri føroyskum myndum. Framsýningin er opin til 31. december 2019 og er opin, […]

Ólavur Halgi – FD 100 – í Ribarhúsi hóskvøldið, 5. des. kl. 20.00

Tann 1. november 2019 vóru 60 ár síðani, at trolarin Ólavur Halgi á fyrsta sinni stevndi inn á Fuglafjørð Hóskvøldið, 5. des., kl. 20.00 fer Jógvan á Lakjuni at hugleiða um “FD 100 Ólav Halga” í Ribarhúsi. Kaffidussur og kakubiti verður at fáa. Piddasa handil er opin.  Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin Ólavur […]

Jólahúsið í Fuglafirði – “eitt must”

Í dag kl. 11 til 19 og sunnudag kl.15 til 19 er Jólamarknaður i Ribarhúsi, har ymisk fólk selja  nógv lekkurt heimagjørt- Á Ribarslofti  hugnalig jólalig kafé –  heimagjørdar kondittarakøkur frá HannaMariu  og gott kaffi. Piddasahandil á tremur við góðum fjálgum jólagávuhugskotum. Í dag kl. 16 – Hekklaða jólatræið verður tendrað – børn syngja. Gamaldags […]

Gamlar myndir/nýggjar myndir -“før og efter”

Stuttligt at samanbera hesar myndirnar…Piddasahandil í 1997 og so…í 2018/19 –

Stanley útgávutiltak í Ribarhúsi

Leygardagin 16. nov millum kl. 12 og 14 er Stanley í Ribarhúsi við nýggju fløguni-“Stanley No 8”. Vónandi støkka nógv fólk inn á gamla gólvi í Ribarhúsi, har høvi  verður at ognað sær fløguna og sjálvandi at fáa hana signeraða. Eisini bjóða Stanley og Merete  kaffiduss og sjokulátu. Hetta er hansara áttanda fløguútgáva og hon […]

Vælkomin til “Streetbinding”

Nú hóskvøldið 5.mars kl. 19 er aftur “streetbinding” á Ribarslofti 🙂 …tað kostar onki at luttaka –  minnist bara til, at hava tógv, stokkar og hekklinál við. Eisini er ein hyggeligur dussur á skránni 🙂

Útgávutiltak – bókin “Í skrift og talu – Ismar Joensen 100 ár”

Útgávutiltak í samband við bókina “Í skrift og talu – Ismar Joensen 100 ár” verður í Ribarhúsi í Fuglafirði sjálvan 100 ára dagin 25. okt. 2019 kl. 17. Egon Øregaard og Óli Jacobsen hugleiða. MC Restorff syngur. Kaffi, te og okkurt gott til góman verður at fáa. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. […]

Edith Mørkøre í Ribarhúsi

Ferniseringin er hósdagin 17. oktober millum kl.16.00 og 19.00. har bjóða verður gott til góman. Øll vitjandi hava møguleika at fáa eina plantu heim við sær, sum listakvinnan hevur planta í umhvørvisvinarligar, brúktar kaffikoppar. Edith sigur soleiðis: “Umframt at vera hugtikin av plantum, trøðum og vøksturi í sær sjálvum so eri eg upptikin av speglingini […]

Manglar tær okkurt til títt “Christmas Child”

Í Piddasahandli – fært tú nógv ódýrt, fjálgt og lekkurt heimabundið  so sum  húgvur, hosur, vøttir, turrikløð, troyggjur at koyra í eskjurnar 🙂 Opið er mán. til frí. kl. 15 -17.30 og ley. kl. 11 til 13