Tíðindi

Útgávutiltak – bókin “Í skrift og talu – Ismar Joensen 100 ár”
Útgávutiltak í samband við bókina “Í skrift og talu – Ismar Joensen 100 ár” verður í Ribarhúsi í Fuglafirði sjálvan 100 ára dagin 25. okt. 2019 kl. 17. Egon Øregaard og Óli Jacobsen hugleiða. MC Restorff syngur. Kaffi, te og okkurt gott til góman verður at fáa. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. […]

Edith Mørkøre í Ribarhúsi
Ferniseringin er hósdagin 17. oktober millum kl.16.00 og 19.00. har bjóða verður gott til góman. Øll vitjandi hava møguleika at fáa eina plantu heim við sær, sum listakvinnan hevur planta í umhvørvisvinarligar, brúktar kaffikoppar. Edith sigur soleiðis: “Umframt at vera hugtikin av plantum, trøðum og vøksturi í sær sjálvum so eri eg upptikin av speglingini […]

Manglar tær okkurt til títt “Christmas Child”
Í Piddasahandli – fært tú nógv ódýrt, fjálgt og lekkurt heimabundið so sum húgvur, hosur, vøttir, turrikløð, troyggjur at koyra í eskjurnar 🙂 Opið er mán. til frí. kl. 15 -17.30 og ley. kl. 11 til 13

Ribarsloft-kvinnukafé 60 + hvønn mánamorgun í vetur kl. 10 til kl.12
og hvønn mánamorgun millum kl.10 og 12. hittast kvinnur umkring tey 60 🙂 – á Ribarslofti til hugna – ein góðan drekkamunn – stokkaklirr og prát 🙂 Allar umkring tey 60 🙂 pluss/minus – eru hjartaliga vælkomnar – síggjast á Ribarslofti mánamorgnar í vetur kl. 10 til kl. 12

Jólasøla í Ribarhúsi
Nøkur fá pláss eru eftir til i jólasølu-marknaðin ley.30.nov og sun.1.des.2019 Luttakarar standa sjálvir við borð og selja. Luttøkugjaldið er kr. 200,- Tekni tykkum til við at sms-að til 22 44 27 ella send teldupost til heimavirk@gmail.com Skriva navn far.tlf. nr. og hvat tit fara at selja. Nevndin í Fuglafjarðar Heimavirkisfelag

Piddasahandil og Kaffikrókurin
Kaffikrókurin, sum er beint innanfyri tað reyðu hurðina í Piddasahandli er ein hugnaligur krókur, har øll eru vælkomin at sessast rundan um reyða borðið. Í kaffikrókinum stendur okkara JURA kaffimaskina, úr henni kunnu keypast fleiri sløg av kaffi – heit mjólk til kakao – (hartil smáir skúmfidusar) og heitt vatn til te-posar – velji sjálvi […]

Elin Johansdóttir í Ribarhúsi.
Framsýningin letur upp í morgin fríggjadagin 27. septembur kl. 17 til kl. 19. Ein drekkamunnur verður at fáa og øll eru hjartaliga vælkomin. Elin er uppvaksin í Fuglafirði, hon er mitt í 20unum og hevur frá barnsbeini veri kreativ. Hon hevur altíð teknað og málað, men byrjaði av álvara seriøst at arbeiða við vatnlitum, pennum […]

Kom við til “STREETBINDING”/HEKKLING
…ella “tógvgrafitti” sum tað eisini kallast. Ætlanin í ár, er at binda og hekkla upp á rekkverk, pelar, trøð o.a. ymsastaðni í býnum. Vit hittast fyrstu ferð mánakvøldið 23.sep. kl. 19 – 21, har vit fara at tosa um “hvat og hvussu”saman við einum kaffidussi 🙂 Havið stokkar/hekklinálir og tógv við! Á myndini ovast,eru nøkur […]

Í dag – sunnudag er opið kl. 15 til 20
Piddasahandil- hugnaligur gamal handil á tremur við heimavirkaðum vørum. Ribarhús – forkunnug listaframsýning – og millum kl.15 og kl.19 er “Gamaldags køkuborð” Vælkomin