Tíðindi

Nýtt upp á stokkarnar í Fuglafirði

Summar 2020 – ferðist í egnum landi 🙂 Njótið dagin saman við vinkonunum og lærið nýggjan bindingarhátt í hugnaligum umstøðum í Fuglafirði. Gjøgnum dagin verður hjúklað um tykkum við góðum mati úr føroyskari rávøru. Fyriskipari av túrinum er visiteysturoy  Keyp atgongd á ferðist.fo  

Jórunn Dánialsdóttir í Ribarhúsi.

Fyrsta juni – also 2. hvítusunnudag, kl 15:00 letur hon dyrnar upp í Ribarhúsi til eina spennandi framsýningin við áseymaðum og broderaðum myndum og “redesign koddum”  -Jórun er fødd og uppvaksin í Havn,  hon hevur mann og 4 børn og 4 barnabørn. Hon er útbúgvin handarbeiðslærarinna á Haandarbejdets Fremme Seminarium, 1977. Og  hevur undirvíst í […]

vit lata uppaftur :)

Fyrsta juni letur húsið upp aftur – vit byrja við eini listaframsýning, sum letur upp kl. 15 í Ribarhúsi. Hjartaliga Vælkomin í Ribarhús og Piddasahandil.   Minnist til at gott handreinføri og    frástøða minka alvorliga um smittuvanda – av øllum møguligum slag-

Stongt í Ribarhúsi og Piddasahandli.

Fyribils er stongt í einar tvær vikur – …og vit hava føðingardag í dag Heimavirkisfelagið fyllir 23 ár – Felagið varð stovnað á Grækarismessu í 1997

aðalfundur og ársfrágreiðing.

Leygardagin 7. mars kl. 11 var aðalfundur hjá Fuglafjarðar Heimavirkisfelag á Ribarslofti. Samstundis var morgundrekka. Ellivu limir møttu, og nevndin varð aftur hesaferð mannað – burtursæð frá, at ein eykalimur manglar í. Á skrá var annars framløga av roknskapi og ársfrágreiðing. Her er ein gjøgnumgongd av virkseminum í húsinum í 2019: Tað var í januar […]

Helena Kjeld í Ribarhúsi

Týsdagin, 10. mars kl 16:00.  letur upp mynda- og málninga sýning hjá Helenu Kjeld. Helena er dóttir Fririkku og Høgna Kjeld. Hon er uppvaksin úti í Rossagerði í Fuglafirði í einum vøkrum umhvørvi. Abbi hennara í faðir legg Jóhan Kjeld og langabbin Jacob Kjeld vóru stak góðir teknarar. Helena gongur á Cambridge school of visual […]

Janus á Húsagarði í Ribarhúsi.

Framsýningin lat upp 1. februar og er opin til 21. Februar Janus á Húsagarđi er 44 ára gamal, útlærdur snikkari og sjálvlærdur listamálari. Hann hevur havt myndaframsýningar javnan, síđani hann var tannáringur – 15 ára gamal – og hevur givið út ein hóp av myndabókum. Janus hevur undirvíst í tekning og list í fleiri ár […]

Aðalfundur

Tummas Jákup Thomsen í Ribarhúsi

Leygardagin 11. januar kl 16:00 letur framsýningin hjá Tummas Jákup Thomsen úr Gøtu  upp. Hann hevur í mong ár fingist við installatiónslist, myndatøku, træskurð o.a. Var á fyrsta sinni við á Varmakelduframsýningini 1977. Hann hevur síðani 1989 verið við á útvaldum framsýningum og einkarframsýningum (Listasavn Føroya) her heima og uttanlands. Í Danmark á The Scream […]

KAFÈ á Ribarslofti